|
Fyrsta Mósebók, kapittul 44
Steypið í sekki Benjamins
v1
Síðan beyð hann húshaldara sínum og segði: «Fyll sekkir mannanna við vistum so nógvum, sum teir eru mentir at bera og legg silvur hvørs teirra ovast í sekkir teirra.
v2
Og steyp mítt, silvursteyp mítt, skalt tú leggja ovast í sekkin hjá tí yngsta og somuleiðis silvurið fyri korn hans!» Og hann gjørdi, sum Jósef beyð.
v3
Í lýsingini morgunin eftir vórðu teir latnir avstað, teir og asnar teirra.
v4
Men ikki vóru teir komnir langt út um borgina, áður enn Jósef mælti við húshaldara sín: «Skunda tær avstað og halt aftan á menninar; og tá ið tú hevur fingið teir aftur, skalt tú siga við teir: Hví hava tit lønað gott við illum?
v5
Hví hava tit stolið silvursteyp mítt? Er tað ikki tað, sum harri mín drekkur úr og spáar við? Illa hava tit gjørt!»
v6
Og tá ið hann nú hevði fingið teir aftur, segði hann hetta við teir.
v7
Men teir svaraðu honum: «Hví talar harri mín soleiðis? Fjart veri tað trælum tínum at gera tílíkt!
v8
Sí, tað silvur, som vit funnu omaná í sekkjum okkara, høvdu vit jú við aftur til tín úr Kánáanlandi; hví skuldu vit tá stolið úr húsi harra tíns silvur ella gull?
v9
Tann av trælum tínum, ið tað verður funnið hjá, skal láta lív, og vit verða trælir hjá harra tínum!»
v10
Hann svaraði: «Verði tað so, sum tit siga: Tann, ið tað verður funnið hjá, skal verða trælur mín, men hinir verða frælsir.»
v11
Teir settu tá skundisliga sekkirnar niður á jørðina og opnaðu hvør sín sekk.
v12
Og hann tók at leita frá tí elsta til hin yngsta, og varð tá steypið funnið í sekki Benjamins.
v13
Teir skræddu tá klæði síni, løgdu aftur hvør á sín asna og snúðust aftur í borgina.
v14
Og tá ið Júda og brøður hansara komu inn í húsið hjá Jósefi, var hann staddur har enn; og teir lútaðu honum til jarðar.
v15
Men Jósef segði við teir: «Hvat hava tit gjørt! Vistu tit ikki, at tílíkur maður sum eg dugir at gera eftir?»
v16
Tá mælti Júda: «Hvat skulu vit svara harra mínum? Hvat skulu vit siga, og hvussu skulu vit rættvísgera okkum? Guð hevur funnið misgerð træla tína; sí, nú eru vit trælir harra míns, bæði vit og hann, sum steypið varð funnið hjá!»
v17
Men hann svaraði: «Fjart verði tað mær at gera tílíkt! Nei, hann, sum steypið varð funnið hjá, hann skal verða trælur mín; men farið tit við friði heim aftur til faðirs tykkara!»
v18
Tá steig Júda fram fyri hann og mælti: «Halt mær til góðar, harri mín! Loyv træli tínum at tala eitt orð við harra mín og lat ikki vreiði tína brenna móti træli tínum. Tí at tú ert jú eins og sjálvur Fárao!
v19
Harri mín spurdi trælir sínar og mælti: Eiga tit faðir ella bróður?
v20
Vit svaraðu harra mínum: Ja, vit eiga aldraðan faðir og ungan bróður, sum hann gat í elli síni; bróðir hansara er deyður; og hann er tann einasti, ið er á lívi eftir móður sína, og faðir hansara elskar hann.
v21
Og tú segði við trælir tínar: Komið við honum higar til mín, so at eg fái hann at síggja við egnum eygum!
v22
Men vit svaraðu harra mínum: Ikki má sveinurin fara frá faðir sínum; tí at fer hann frá faðir sínum, man tað leggja hann í grøvina!
v23
Tá segði tú við trælir tínar: Koma tit ikki higar við yngsta bróður tykkara, so skulu tit ikki koma fyri andlit mítt aftur!
v24
Og tá ið vit komu heim aftur til træl tín, faðir okkara, søgdu vit honum frá orðum harra míns.
v25
Men tá ið faðir okkara seinni segði við okkum: Farið aftur og keypið okkum eitt sindur av vistum,
v26
tá svaraðu vit: Vit kunnu ikki fara hagar; men kemur yngsti bróðir okkara við okkum, skulu vit fara; tí at vit fáa ikki andlit mansins at síggja, uttan vit koma við yngsta bróður okkara!
v27
Tá segði trælur tín, faðir mín, við okkum: Tit vita, at kona mín føddi mær tveir synir;
v28
ein teirra fór heiman frá mær; og eg segði: Hann er óivað sundurskræddur. Og eg havi ikki sæð hann aftur.
v29
Taka tit nú eisini henda frá mær, og ógæva verður honum fyri, tá leggja tit meg á gamalsaldri av harmi í grøvina!
v30
Komi eg nú heim aftur til træl tín, faðir okkara, og sveinurin, sum hann elskar av heilum huga, ikki er við okkum,
v31
tá man tað elva deyða hans at síggja, at sveinurin ikki er við, og vit trælir tínir verða atvoldin til, at trælur tín, faðir okkara, á gamalsaldri av harmi fer í grøvina!
v32
Tí at trælur tín hevur játtað faðir sínum at leggja lívið við fyri sveinin og at vera faðir mínum sekur um ævir, um eg ikki komi aftur til hansara við honum.
v33
Lat tí træl tín vera eftir her sum træl hjá harra mínum í stað sveinsins; men loyv sveininum at fara heim við brøðrum sínum;
v34
tí hvussu kann eg koma heim til faðir mín, uttan at sveinurin er við mær? Eg hevði ikki tolað at sæð faðir mín í tílíkum harmi!»
|