|
Fyrsta Mósebók, kapittul 37
Dreymur Jósefs
v1
Jákup varð nú búgvandi í útlegdarlandi faðirs síns, í Kánáanlandi.
v2
Og hetta er ættarsøga Jákups: Tá ið Jósef var seytjan ára gamal, goymdi hann at smalum saman við brøðrum sínum; og sum smádrongur var hann saman við sonum Billu og Zilpu, ið vóru konur faðirs hansara; Jósef bar faðir sínum boð um tað ringa orð, sum teir høvdu á sær.
v3
Og Ísrael unti Jósef fram um allar synir sínar, av tí at hann var ellisonur hans; og hann læt gera honum síðan ermakyrtil.
v4
Men tá ið brøður hansara sóu, at faðir teirra unti hann fram um allar synir sínar, løgdu teir hatur á hann og vildu ikki tala blídliga við hann.
v5
Og Jósef droymdi dreym og taldi hann fyri brøðrum sínum; tá hataðu teir hann uppaftur meira.
v6
Og hann segði við teir: «Hoyrið nú henda dreym, sum meg hevur droymt!
v7
Sí, vit fingust við at binda bundi úti á akrinum, og sí, tá reis bundi mítt og stóð beint upp; men bundi tykkara stóðu kringum og lútaðu mínum bundi.»
v8
Tá søgdu brøður hansara við hann: «Ætlar tú tær at vera kongur yvir okkum og valda okkum?» Og teir hataðu hann uppaftur meira vegna dreymar hans og orð.
v9
Og hann droymdi aftur dreym og taldi hann fyri brøðrum sínum og segði: «Meg hevur aftur droymt ein dreym, og sí, sólin og mánin og ellivu stjørnur lútaðu mær!»
v10
Men tá ið hann segði hetta fyri faðir sínum og brøðrum sínum, hevði faðir hansara at honum og segði við hann: «Hvat eru hetta fyri dreymar, teg hevur droymt? Munnu veruliga eg og móðir tín og brøður tínir koma at lúta tær til jarðar?»
v11
Og brøður hansara øvundaðu hann; men faðir hansara munaði hetta.
Jósef seldur
v12
Einaferð tá ið brøður hansara vóru burtur í haga um Sikemleiðina,
v13
mælti Ísrael við Jósef: «Munnu ikki brøður tínir vera burtur í haga um Sikemleiðina? Kom, eg ætli at senda teg til teirra!» Og hann svaraði: «Her eri eg.»
v14
Tá segði hann við hann: «Far og vita, hvussu brøðrum tínum og fenaðinum vignast, og ber mær boð aftur.» Síðan sendi hann hann frá Hebrons dali, og hann kom til Sikem.
v15
Men meðan hann nú reikaði um á víðavangi, kom maður fram á hann; og hann spurdi hann: «Hvørjum leitar tú eftir?»
v16
Hann svaraði: «Eg leiti eftir brøðrum mínum; sig mær, hvar teir eru við fæflokkum sínum.»
v17
Maðurin svaraði: «Teir eru farnir hiðan; tí at eg hoyrdi teir siga: Latum okkum fara til Dótans.» Síðan fór Jósef aftan á brøður sínar og hitti teir í Dótan.
v18
Men teir sóu hann langt burturi; og áðrenn hann var komin til teirra, ráddust teir um at taka hann av lívi
v19
og søgdu hvør við annan: «Hygg, har kemur hasin droymarin!
v20
Latum okkum nú drepa hann og blaka hann í ein av brunnunum; vit kunnu tá siga, at eitthvørt villdjór hevur etið hann; so fáa vit at síggja, hvat ið verður úr dreymum hans.»
v21
Men tá ið Ruben hoyrdi hetta, vildi hann bjarga honum úr hondum teirra og segði: «Latum okkum ikki taka hann av lívi!»
v22
Og Ruben segði við teir: «Úthellið ikki blóð; kastið hann heldur í henda brunnin her í oyðimørkini og leggið ikki hond á hann!» Men hetta segði hann til tess at bjarga honum úr hondum teirra og fáa hann heim aftur til faðirs síns.
v23
Tá ið nú Jósef kom til brøður sínar, tóku teir og nektaðu hann úr kyrtlinum, úr ermakyrtlinum, sum hann var í,
v24
og kastaðu hann í brunnin; men brunnurin var tómur, einki vatn var í honum.
v25
Síðan settu teir seg niður at fáa sær mat, og tá ið teir hugdu upp, sóu teir ísmaeliskar ferðakeypmenn, sum komu úr Gilead. Kamelar teirra bóru roykilsi, kryddurtir og myrru, sum teir vóru á ferð við til Egyptalands.
v26
Tá mælti Júda við brøður sínar: «Hvat gagn hava vit av at drepa bróður okkara og loyna morðið?
v27
Latum okkum heldur selja hann til Ísmaelitarnar og ikki leggja hond á hann; tí at hann er bróðir okkara, okkara hold og blóð!» Hetta lótu nú brøður hansara sær lynda.
v28
Og tá ið nakrir midianitiskir keypmenn komu framvið, drógu teir Jósef upp úr brunninum, og teir seldu Jósef til Ísmaelitarnar fyri tjúgu siklar í silvuri. Teir fluttu Jósef til Egyptalands.
v29
Men tá ið Ruben kom aftur at brunninum, sí, tá var eingin Jósef har; tá skræddi hann klæði síni sundur.
v30
Og hann kom aftur til brøður sínar og segði við teir: «Drongurin er horvin, og eg veit ongar staðir at fara!»
v31
Tá tóku teir kyrtil Jósefs, drópu geitarhavur og rýddu kyrtilin í blóðinum.
v32
Síðan sendu teir ermakyrtilin heim til faðirs síns og søgdu: «Hetta hava vit funnið; hygg eftir, um hetta ikki man vera kyrtil sonar tíns!»
v33
Og tá ið hann hevði kannað hann gjølla, mælti hann: «Hetta er kyrtil sonar míns; eitthvørt villdjór hevur etið hann; vissuliga er Jósef sundurskræddur!»
v34
Tá skræddi Jákup klæði síni sundur og bant sekk um lendar sínar og syrgdi son sín mangar dagar.
v35
Og tó at allir synir hans og allar døtur hans komu at ugga hann, vildi hann ikki lata seg ugga, men segði: «Við sorg fari eg niður í helheim til son mín!» Og faðir hansara syrgdi hann.
v36
Men Midianitar seldu hann til Egyptalands, til Potifars, sum var hirðmaður og lívvarðarhøvdingi hjá Fárao.
|