| 
		
							 
						Fyrsta Mósebók, kapittul 9					 
												
								Sáttmáli Guðs við Nóa							 
													
															v1
															Tá vælsignaði Guð Nóa og synir hans og segði við teir: «Nørist og fjølgist og uppfyllið jørðina!						
												
															v2
															Ótti og ræðsla fyri tykkum skal vera yvir øllum djórum á jørð, yvir øllum fuglum himinsins og øllum, sum skríður á jørðini, og yvir øllum havsins fiskum; í valdi tykkara skulu tey vera.						
												
															v3
															Alt, sum rørist og livir, skal vera tykkum til føðslu; eins og hinar grønu urtirnar gevi eg tykkum nú alt hetta.						
												
															v4
															Men kjøt, sum sálin – tað er blóðið – er í, skulu tit ikki eta.						
												
															v5
															Eg krevji hevnd fyri tykkara egna blóð; av hvørjum djóri krevji eg hevnd fyri blóð mansins; og yvir hvønn mann krevji eg hevnd fyri mannalív.						
												
															v6
															Hann, ið úthellir mannablóð, av manni skal hansara blóð verða úthelt; tí at eftir mynd síni skapaði Guð mannin.						
												
															v7
															Men nørist tit og fjølgist og fyllið jørðina og leggið hana undir tykkum!»						
						 						
															v8
															Og Guð mælti við Nóa og synir hans, ið hjá honum vóru, og segði:						
												
															v9
															«Sí, mín sáttmála vil eg nú gera við tykkum og eftirkomarar tykkara eftir tykkum;						
												
															v10
															og við allar livandi skepnur, ið eru hjá tykkum, við fuglar og fenað og við øll villdjór á fold, við alt, sum gekk út úr ørkini, við øll djór jarðarinnar.						
												
															v11
															Mín sáttmála geri eg við tykkum, at ongantíð skal alt hold aftur verða oytt av vatnflóð, og ongantíð skal flóð koma aftur til at oyða jørðina.»						
						 						
															v12
															Og Guð segði: «Hetta skal vera merki sáttmálans, sum eg geri millum mín og tykkara og allar livandi skepnur, ið hjá tykkum eru, fyri øll komandi ættarlið:						
												
															v13
															Boga mín seti eg í skýggið; og hann skal vera sáttmálamerkið ímillum meg og jørðina.						
												
															v14
															Og hvørja ferð eg dragi skýggini saman yvir jørðina, og bogin sæst í skýggjunum,						
												
															v15
															tá man eg minnast á sáttmálan, ið er millum mín og tykkara og allar skepnur av øllum holdi; og ikki skulu vøtnini aftur verða til vatnflóð til at oyða alt hold.						
												
															v16
															Tá ið tá bogin stendur í skýggjunum, skal eg líta at honum til tess at minnast á hin æviga sáttmálan millum Guð og allar skepnur av øllum holdi, sum eru á jørðini.»						
												
															v17
															Síðan segði Guð við Nóa: «Hetta er merki sáttmálans, ið eg geri millum meg og alt hold, sum er á jørðini.»						
													 
								Synir Nóa							 
													
															v18
															Synir Nóa, sum gingu út úr ørkini, vóru Sem, Kam og Jáfet; men Kam var faðir Kánáans.						
												
															v19
															Hesir tríggir vóru synir Nóa; og frá teimum er ættað alt fólkið á jørðini.						
													 
								Nóa dyrkar vín; orð til synirnar; Nóa doyr							 
													
															v20
															Jarðyrkismaðurin Nóa var fyrsti maður, ið legði inn víngarð.						
												
															v21
															Tá ið hann nú hevði drukkið av víninum, og hann varð drukkin, lá hann nakin inni í tjaldinum.						
												
															v22
															Tá sá Kam, faðir Kánáans, nakni faðirs síns og fór út og segði tað fyri brøðrum sínum.						
												
															v23
															Men Sem og Jáfet tóku skikkjuna og løgdu sær á herðar; síðan gingu teir inn aftur eftir hæli og huldu nakni faðirs síns; men andlit teirra horvdu burtur, so at teir sóu ikki nakni faðirs síns.						
												
															v24
															Tá ið Nóa vaknaði úr víndúrinum og fekk at vita, hvat yngsti sonur hansara hevði gjørt honum, mælti hann:						
												
															v25
															«Bølbiðin verði Kánáan! Trælur trælanna verði hann brøðrum sínum!»						
												
															v26
															Og framvegis mælti hann: «Lovaður veri Harrin, Guð Sems! Men verði Kánáan trælur teirra!						
												
															v27
															Guð gevi Jáfeti landarúmd; og búgvi hann í Sems tjøldum; men verði Kánáan trælur teirra!»						
						 
						 |