|
Fyrsta Mósebók, kapittul 11
Bábeltornið, uppruni tungumálanna
v1
Og øll mannaættin hevði eitt mál og somu tungu.
v2
Men tá ið teir nú løgdu leiðina eystureftir, komu teir fram á ein slætta í Sinears landi og settust niður har.
v3
Tá søgdu teir hvør við annan: «Komið og latum okkum knoða tigulsteinar og herða teir væl í eldi.» Soleiðis nýttu teir tigul í staðin fyri grót og jarðbik í staðin fyri kálk.
v4
Og teir søgdu: «Vit skulu byggja okkum borg og torn, hvørs tindur røkkur til himins og gera okkum navnframar, so at vit ikki spjaðast um alla jørðina!»
v5
Men Harrin steig oman til tess at síggja borgina og tornið, sum mannabørnini fingust við at byggja.
v6
Og Harrin mælti: «Sí, teir eru ein tjóð og hava allir sama tungumál; hetta er fyrsta fyritøka teirra; og nú man neyvan nakað verða teimum óført, sum teir finna upp á at gera.
v7
Komið tí og latum okkum stíga oman og fløkja tungumál teirra, so at teir ikki skilja málið, hvør hjá øðrum.»
v8
Tá spjaddi Harrin teir haðan út um alla jørðina, so at teir lættu av at byggja borgina.
v9
Tessvegna eitur hon Bábel, tí at har fløkti Harrin øll tungumál jarðar; og haðan spjaddi Harrin tey út um alla jørðina.
Ættartal Sems
v10
Hetta er ættartal Sems. Sem var hundrað ára gamal, tá ið hann gat Arpaksjad, tvey ár eftir flóðina.
v11
Og eftir at Sem hevði gitið Arpaksjad, livdi hann fimm hundrað ár og gat synir og døtur.
v12
Arpaksjad var tríati og fimm ára gamal, tá ið hann gat Sjela.
v13
Og eftir at Arpaksjad hevði gitið Sjela, livdi hann fýra hundrað og trý ár og gat synir og døtur.
v14
Sjela var tríati ára gamal, tá ið hann gat Eber.
v15
Og eftir at Sjela hevði gitið Eber, livdi hann fýra hundrað og trý ár og gat synir og døtur.
v16
Eber var tríati og fýra ára gamal, tá ið hann gat Peleg.
v17
Og eftir at Eber hevði gitið Peleg, livdi hann fýra hundrað og tríati ár og gat synir og døtur.
v18
Peleg var tríati ára gamal, tá ið hann gat Reu.
v19
Og eftir at Peleg hevði gitið Reu, livdi hann tvey hundrað og níggju ár og gat synir og døtur.
v20
Reu var tríati og tvey ára gamal, tá ið hann gat Serug.
v21
Og eftir at Reu hevði gitið Serug, livdi hann tvey hundrað og sjey ár og gat synir og døtur.
v22
Serug var tríati ára gamal, tá ið hann gat Nákor.
v23
Og eftir at Serug hevði gitið Nákor, livdi hann tvey hundrað ár og gat synir og døtur.
v24
Nákor var tjúgu og níggju ára gamal, tá ið hann gat Tára.
v25
Og eftir at Nákor hevði gitið Tára, livdi hann hundrað og nítjan ár og gat synir og døtur.
v26
Tára var sjeyti ára gamal, tá ið hann gat Ábram, Nákor og Háran.
Ættartal Tára
v27
Hetta er ættartal Tára. Tára gat Ábram, Nákor og Háran; og Háran gat Lot.
v28
Háran doyði undan Tára faðir sínum í føðilandi sínum í Ur Kaldeu.
v29
Ábram og Nákor tóku sær konur; kona Ábrams æt Sárai, og kona Nákors æt Milka, dóttir Hárans, faðir at Milku og Jisku.
v30
Men Sárai var óburin og fekk einki barn.
v31
Tá tók Tára Ábram son sín og Lot son Hárans, sonarson sín, og Sárai sonarkonu sína, konu Ábrams, sonar síns, og fór við teimum úr Ur Kaldeu til Kánáanlands. Og tá ið tey komu til Kárans, settust tey niður har.
v32
Tára livdi tvey hundrað og fimm ár; tá doyði Tára í Káran.
|