|
Fyrsta Mósebók, kapittul 36
Eftirkomarar Esavs
v1
Hetta er ættartal Esavs, tað er Edóms.
v2
Esav tók sær konur av døtrum Kánáanita: Adu, dóttur Elons Hetita og Ohólibámu, dóttur Ána, sonar Zibeons Hivita,
v3
og Básemat, dóttur Ísmaels, systur Nebajots.
v4
Ada føddi Esavi Elifaz, og Básemat føddi Reuel.
v5
Og Ohólibáma føddi Jeusj, Jálam og Kóra; hesir vóru synir Esavs, ið føddust honum í Kánáanlandi.
v6
Síðan tók Esav konur sínar, synir og døtur og alt húski sítt og allan fenað sín og allar ognir sínar, sum honum høvdu ognast í Kánáanlandi, og fór burtur frá Jákupi, bróður sínum, í Se'irs land;
v7
tí at ognir teirra vóru so nógvar, at teir kundu ikki búgva saman; landið, har teir búðu í útisetri, kundi ikki rúma teimum, so miklir vóru fæflokkar teirra.
v8
Esav búsettist á Se'irs fjøllum; men Esav tað er Edóm.
v9
Hetta er ættartal Esavs, ættarfaðirs Edómita á Se'irs fjøllum.
v10
Hesi vóru nøvnini á sonum Esavs: Elifaz, sonur Adu, konu Esavs, og Reuel, sonur Básemat, konu Esavs.
v11
Men synir Elifaz vóru Teman, Ómar, Zefo, Gátam og Kenaz.
v12
Timna var hjákona Elifaz, sonar Esavs; og hon føddi Elifazi Ámalek; hesir vóru synir Adu, konu Esavs.
v13
Hesir vóru synir Reuels: Náhat, Zera, Sjamma og Mizza; hesir vóru synir Básemat, konu Esavs.
v14
Og hesir vóru synir Ohólibámu, dóttur Ána Zibeonssonar, konu Esavs; hon føddi Esavi: Jeusj, Jálam og Kóra.
v15
Hesir vóru ættarhøvdingar hjá sonum Esavs: Synir Elifaz, hins frumgitna sonar Esavs: Høvdingarnir Teman, Ómar, Zefo, Kenaz,
v16
Kóra, Gátam, og Ámalek. Hesir vóru teir høvdingar, ið komnir vóru av Elifazi í Edóms landi; hesir vóru synir Adu.
v17
Hesir vóru synir Reuels Esavssonar, høvdingarnir Náhat, Zera, Sjamma, Mizza; hesir vóru teir høvdingar, ið komnir vóru av Reuel í Edóms landi; hesir vóru synir Básemat, konu Esavs.
v18
Og hesir vóru synir Ohólibámu, konu Esavs: Høvdingarnir Jeusj, Jálam og Kóra; hesir vóru teir høvdingar, ið komnir vóru av Ohólibámu, dóttur Ána, konu Esavs.
v19
Hesir vóru synir Esavs; og hesir vóru ættarhøvdingar teirra; hetta var Edóm.
v20
Hesir vóru synir Se'irs, Hórita, frumbúgvar landsins: Lótan, Sjóbal, Zibeon, Ána,
v21
Disjon, Ezer og Disjan; hesir vóru ættarhøvdingar Hórits, synir Se'irs í Edóms landi.
v22
Synir Lótans vóru Hóri og Heman; og systir Lótans var Timna.
v23
Hesir vóru synir Sjóbals: Alvan, Mánahat, Ebal, Sjefo og Ónam.
v24
Hesir vóru synir Zibeons: Ajja og Ána; tað var tann Ána, sum fann heitar keldur í oyðimørkini, tá ið hann goymdi at asnum Zibeons, faðirs síns.
v25
Hesi vóru børn Ána: Disjon og Ohólibáma, dóttir Ána.
v26
Hesir vóru synir Disjons: Hemdan, Esjban, Jitran og Keran.
v27
Hesir vóru synir Ezers: Bilhan, Záavan og Ákan.
v28
Hesir vóru synir Disjans: Uz og Áran.
v29
Hesir vóru ættarhøvdingar Hóritanna: Høvdingarnir Lótan, Sjóbal, Zibeon, Ána,
v30
Disjon, Ezer og Disjan. Hesir vóru ættarhøvdingar Hóritanna eftir ættarkynjum teirra í Se'irs landi.
v31
Hesir vóru teir kongar, sum ríktu í Edóms landi, áður enn Ísraelsmenn høvdu kongar:
v32
Bela, sonur Beors, var kongur í Edóm, og borg hansara æt Dinhába.
v33
Og tá ið Bela doyði, tók Jóbab Zerason frá Bozra ríki eftir hann.
v34
Tá ið Jóbab doyði, tók Húsjam úr landi Temanita ríki eftir hann.
v35
Tá ið Húsjam doyði, tók Hádad Bedadsson ríki eftir hann; hann vá Midianitar á Móabs vøllum; borg hansara æt Ávit.
v36
Tá ið Hádad doyði, tók Samla frá Masreka ríki eftir hann.
v37
Tá ið Samla doyði, tók Sjául úr Rehobot við ánna ríki eftir hann.
v38
Tá ið Sjául doyði, tók Báal-Hánan Akborsson ríki eftir hann.
v39
Og tá ið Báal-Hánan Akborsson doyði, tók Hádar ríki eftir hann; borg hansara æt Páu; og kona hansara æt Mehetabel, dóttir Matredar, dóttur Mezáhabs.
v40
Hesi vóru nøvn ættarhøvdinga Esavs eftir ættargreinum teirra, bústøðum og nøvnum: Høvdingarnir Timna, Alva, Jetet,
v41
Ohólibáma, Ela, Pinon,
v42
Kenaz, Teman, Mibzar,
v43
Magdiel og Íram. Hesir vóru ættarhøvdingar Edómita eftir bústøðum teirra í tí landi, sum teimum hevði ognast. Hesin Esav var ættarfaðir Edómita.
|