|
Fyrsta Mósebók, kapittul 5
Ættartal Sets
v1
Hetta er ættartal Ádams. Tá ið Guð skapaði Ádam, skapaði Guð hann sær líkan.
v2
Sum kall og konu skapaði hann tey; og hann vælsignaði tey og nevndi tey «menniskjur», tá ið tey vórðu skapað.
v3
Ádam livdi í eitt hundrað og tríati ár, og hann gat son í líki sínum og eftir mynd síni og nevndi hann Set.
v4
Og Ádam livdi átta hundrað ár, eftir at hann hevði gitið Set; og hann gat synir og døtur.
v5
Soleiðis vórðu allir ævidagar Ádams níggju hundrað og tríati ár; tá doyði hann.
v6
Tá ið Set var eitt hundrað og fimm ára gamal, gat hann Enosj.
v7
Og eftir at Set hevði gitið Enosj, livdi hann átta hundrað og sjey ár; og hann gat synir og døtur.
v8
Soleiðis vórðu allir ævidagar Sets níggju hundrað og tólv ár; tá doyði hann.
v9
Og tá ið Enosj var níti ára gamal, gat hann Kenan.
v10
Og eftir at Enosj hevði gitið Kenan, livdi hann átta hundrað og fimtan ár; og hann gat synir og døtur.
v11
Og allir ævidagar Enosjar vórðu níggju hundrað og fimm ár; tá doyði hann.
v12
Tá ið Kenan var sjeyti ára gamal, gat hann Máhálalel;
v13
og eftir at Kenan hevði gitið Máhálalel, livdi hann átta hundrað og fjøruti ár og gat synir og døtur.
v14
Og allir ævidagar Kenans vórðu níggju hundrað og tíggju ár; tá doyði hann.
v15
Tá ið Máhálalel var seksti og fimm ára gamal, gat hann Jared.
v16
Og eftir at Máhálalel hevði gitið Jared, livdi hann átta hundrað og tríati ár og gat synir og døtur.
v17
Og allir ævidagar Máhálalels vórðu átta hundrað og níti og fimm ár; tá doyði hann.
v18
Tá ið Jared var eitt hundrað og seksti og tvey ára gamal, gat hann Enok.
v19
Og eftir at Jared hevði gitið Enok, livdi hann átta hundrað ár og gat synir og døtur.
v20
Og allir ævidagar Jareds vórðu níggju hundrað og seksti og tvey ár; tá doyði hann.
v21
Tá ið Enok var seksti og fimm ára gamal, gat hann Metúsalem.
v22
Og Enok gekk við Guði; og eftir at hann hevði gitið Metúsalem, livdi hann trý hundrað ár og gat synir og døtur.
v23
Og allir ævidagar Enoks vórðu trý hundrað og seksti og fimm ár.
v24
Og eftir at Enok hevði livað við Guði, hvarv hann, av tí at Guð tók hann burtur.
v25
Tá ið Metúsalem var eitt hundrað og áttati og sjey ára gamal, gat hann Lamek.
v26
Og eftir at Metúsalem hevði gitið Lamek, livdi hann sjey hundrað og áttati og tvey ár og gat synir og døtur.
v27
Og allir ævidagar Metúsalems vórðu níggju hundrað og seksti og níggju ár; tá doyði hann.
v28
Tá ið Lamek var eitt hundrað og áttati og tvey ára gamal, gat hann son;
v29
og hann nevndi hann Nóa og mælti: «Hesin skal veita okkum ugga í okkara tunga stríði og strevi á hesi jørð, sum Harrin hevur bannað.»
v30
Eftir at Lamek hevði gitið Nóa, livdi hann fimm hundrað og níti og fimm ár og gat synir og døtur.
v31
Og allir ævidagar Lameks vórðu sjey hundrað og sjeyti og sjey ár; tá doyði hann.
v32
Og tá ið Nóa var fimm hundrað ára gamal, gat hann Sem, Kam og Jáfet.
|