|
Fyrsta Mósebók, kapittul 32
Jákup og Lában skiljast. Jákup í Máhanáim
(31,55)
Morgunin eftir var Lában tíðliga uppi, kysti synir sínar og døtur, vælsignaði tey og helt so ferðini heim aftur til sín sjálvs.
v1
Og eisini Jákup fór leið sína; men honum møttu einglar Guðs;
v2
og tá ið Jákup sá teir, segði hann: «Her eru herbúðir Guðs!» og hann nevndi tann staðin Máhanáim.
Ótti Jákups fyri Esavi
v3
Jákup sendi nú ørindrekar undan sær til Esavs, bróður síns, í Se'irs landi á Edóms vøllum.
v4
Og hann beyð teimum og segði: «Soleiðis skulu tit siga við harra mín Esav: So sigur Jákup, trælur tín: Hjá Lábani havi eg dvalt í útisetri alt at hesum degi;
v5
eg havi savnað mær neyt og asnar, smalur, trælir og trælkvendi; nú sendi eg harra mínum boð um hetta, til tess at eg kann finna náði í eygum tínum.»
v6
Men ørindrekarnir komu aftur til Jákups og søgdu: «Vit komu til Esavs, bróður tíns; eisini hann er á veg móti tær og fýra hundrað mans við honum.»
v7
Tá varð Jákup ógvuliga ræddur, og í neyð síni skipaði hann fólkið, sum við honum var, og smalur, stórdýr og kamelar sundur í tveir flokkar;
v8
tí hann hugsaði sum so: Um Esav kemur fram á annan flokkin og týnir hann, so kann hin flokkurin komast undan.
v9
Síðan bað Jákup: «Guð Ábrahams og Guð Ísaks, fedra mína, tú Harri, ið segði við meg: Far heim aftur í land títt til ættarfólk títt, so skal eg gera væl við teg.
v10
Eg eri ikki verðigur alla ta miskunn og alla ta trúfesti, ið tú hevur sýnt ímóti tænara tínum; tí at við stavi mínum eina fór eg yvir um Jórdan har, og nú eri eg vorðin at tveimum flokkum.
v11
Bjarga mær nú úr hondum bróður míns, úr hondum Esavs, tí at eg beri miklan ótta fyri, at hann kemur at drepa bæði meg og móður við børnum.
v12
Men tú hevur sjálvur sagt, at tú vilt gera væl við meg, og lata avkom mítt verða eins og sandin við sævarstrond, ið er so nógvur, at eingin fær talt hann!»
v13
Hann varð nú har ta náttina. Síðan tók hann av tí, sum hann átti, gávu til Esav, bróður síns,
v14
tvey hundrað geitir, tjúgu havrar, tvey hundrað ær, tjúgu veðrar,
v15
tríati kamelryssur við fylum sínum, fjøruti kýr og tíggju tarvar, tjúgu øsnur og tíggju asnafolar.
v16
Og hann fekk tænarum sínum fæflokkarnar hvønn sær og segði við tænarar sínar: «Farið undan mær og latið eitt bil vera millum fæflokkanna!»
v17
Og hann beyð tí fyrsta og segði: «Tá ið Esav, bróðir mín, møtir tær og spyr teg: Hvør maður ert tú, og hvar ætlar tú at fara, og hvør eigur hesi, sum tú rekur undan tær?
v18
Tá skalt tú svara: Jákup, trælur tín, eigur tað; hetta er gáva, sum hann sendir Esavi, harra sínum, og sí, hann kemur her sjálvur aftan á okkum.»
v19
Og hann beyð hinum øðrum og hinum triðja og øllum, ið róku fæflokkarnar, og segði: «Hetta sama skulu tit siga við Esav, tá ið tit hitta hann:
v20
Jákup trælur tín, kemur her aftan á okkum.» Tí at hann hugsaði sum so: «Eg vil blíðka hann við hesari gávu, sum fer undan mær; síðan gangi eg fram til hansara; kanska hann tá fagnar mær!»
v21
Teir fóru nú undan við gávuni; men sjálvur var hann eftir í herbúðunum um náttina.
v22
Somu nátt fór hann upp, tók báðar konur sínar og báðar trælkonur sínar og ellivu børn síni og helt yvir um Jabboks vað.
v23
Og hann tók tey og flutti tey yvir um ánna, og somuleiðis flutti hann alt, sum hann átti, yvirum.
Bøn Jákups og glíma hans við Guð
v24
Men sjálvur varð Jákup eftir eina. Tá tók maður at berjast við hann, alt til dagur tók at lýsa.
v25
Og tá ið hann sá, at hann ikki kundi fella hann, sló hann hann á mjødnina; og mjødnin á Jákupi fór úr liði, meðan hann bardist við hann.
v26
Tá segði hann við hann: «Slepp mær, tí at nú lýsir fyri degi!» Men hann svaraði: «Eg sleppi tær ikki, fyrr enn tú vælsignar meg!»
v27
Tá mælti hann við hann: «Hvat er navn títt?» Hann svaraði: «Jákup.»
v28
Tá segði hann: «Ikki skalt tú longur eita Jákup, men Ísrael; tí at tú hevur barst við Guð og menn og hevur vunnið sigur!»
v29
Tá mælti Jákup og segði: «Sig mær navn títt.» Men hann svaraði: «Hví spyrt tú meg um navn mítt?» Og hann vælsignaði hann har.
v30
Jákup nevndi henda stað Pnuel, tí hann segði: «Eg havi sæð Guð andlit til andlits og slapp tó undan við lívinum.»
v31
Og sólin reis í somu stund, sum hann fór fram við Pnuel; men tá var hann lamin í mjødnini.
v32
Tí eta Ísraelsmenn enn í dag ikki mjadnarsinuna, av tí at hann sló Jákup á mjødnina, har sum mjadnarsinan er.
|