|
Fyrsta Mósebók, kapittul 31
Jákup flýggjar burtur
v1
Men tá hoyrdi Jákup synir Lábans siga: «Jákup hevur tikið alt, sum faðir okkara eigur; av ognum faðirs várs hevur hann vunnið sær allan hendan eyð.»
v2
Jákup sá eisini á yvirbragdi Lábans, at hann ikki var hin sami, sum hann hevði verið.
v3
Tá segði Harrin við Jákup: «Far heim aftur í land fedra tína til ættarfólk títt; eg skal vera við tær!»
v4
Tá sendi Jákup boð eftir Rakuli og Leu um at koma út í hagan, har sum fæflokkur hansara var.
v5
Og hann segði við tær: «Eg síggi á yvirbragdi faðirs tykkara, at hann ikki er hin sami móti mær sum áður, av tí at Guð faðirs míns hevur verið við mær.
v6
Men tit vita sjálvar, hvussu eg havi tænt faðir tykkara av øllum alvi mínum.
v7
Men faðir tykkara hevur svikið meg og tíggju ferðir broytt løn mína; men Guð loyvdi honum ikki at meina meg.
v8
Segði hann, at øll tey flekkutu djórini skuldu vera mín løn, tá fekk allur fæflokkurin flekkut avkom; og segði hann, at tey gjørðutu djórini skuldu vera mín løn, tá fekk allur fæflokkurin gjørðut avkom.
v9
Soleiðis hevur Guð tikið fenaðin frá faðir tykkara og givið mær hann.
v10
Og einaferð í brundtíðini droymdi meg, at eg leit meg um og varð varur við, at kalldjórini, sum brundaðu, vóru gjørðut, flekkut og mislitt;
v11
og eingil Harrans segði við meg í dreymi: «Jákup!» Og eg svaraði: «Her eri eg.»
v12
Tá mælti hann: «Hav upp eygu tíni og sí, hvussu øll kalldjórini, sum brunda, eru gjørðut, flekkut og mislitt! Tí eg havi sæð alt, sum Lában hevur gjørt tær.
v13
Eg eri hin Guð, ið birtist fyri tær í Betel, har sum tú salvaði steinsúluna og strongdi mær heiti; nú skalt tú fara úr hesum landi og flyta heim aftur í føðiland títt.» »
v14
Tá tóku Rakul og Lea til orða og søgdu við hann: «Hvønn lut ella arv hava vit longur í húsi faðirs okkara?
v15
Telur hann okkum ikki sum fremmandar, tá ið hann selur okkum, og sjálvur etur upp tað, sum hann hevur fingið fyri okkum?
v16
Heldur eiga vit og børn okkara allan tann eyð, sum Guð hevur tikið frá faðir okkara. Og ger tú í øllum, eins og Guð býður tær.»
v17
Tá fór Jákup og setti børn síni og konur sínar upp á kamelarnar
v18
og hevði við sær allan fenað sín og allar tær ognir, sum hann hevði vunnið sær, tann fenað, sum hann átti og hevði vunnið sær í Paddan-Áram. Síðan helt hann ferðini heim til Ísaks, faðirs síns, í Kánáanlandi.
v19
Men meðan Lában var á várfjalli, stjól Rakul húsgudin hjá faðir sínum.
v20
Og Jákup lumpaði Lában, hin áramaiska, við at dylja fyri honum, at hann ætlaði sær at rýma.
v21
Og hann rýmdi við øllum, ið hann átti, helt avstað yvir um ánna og stevndi ímóti Gileads fjøllum.
v22
Tá ið Lában triðja dagin eftir frætti, at Jákup var rýmdur,
v23
tók hann við sær frændur sínar og helt aftan á hann í sjey dagar og fekk hann aftur á Gileads fjøllum.
v24
Men tá kom Guð til Lábans í dreymum á nátt og segði við hann: «Vara teg fyri at mæla eitt tað einasta illa orð við Jákup!»
v25
Lában fekk nú Jákup aftur. Jákup hevði sett síni tjøld á fjallinum, meðan Lában við frændum sínum hevði sett tjøld síni á Gileads fjøllum.
v26
Tá mælti Lában við Jákup: «Hvat er hetta, tú hevur gjørt? Meg hevur tú lumpað og ert farin við døtrum mínum, eins og tær vóru hertiknar!
v27
Hví rýmdi tú loyniliga og sveik meg og lætst meg ikki vita av, so at eg kundi fylgt tær á veg við fagnaði, við songi, glymskálum og søltrum?
v28
Illa hevur tú gjørt ikki at lata meg kyssa synir og døtur mínar!
v29
Eg havi vald at meina teg; men Guð fedra tykkara segði við meg í nátt: Vara teg fyri at mæla við Jákup eitt tað einasta illa orð!
v30
Vissuliga rýmdi tú, av tí at tær langtaði heim aftur til hús faðirs tíns; men hví stjólst tú tá gud mín?»
v31
Tá svaraði Jákup og segði við Lában: «Eg óttaðist, tí at eg hugsaði, at tú fórt at taka døtur tínar aftur frá mær.
v32
Men tann, sum tú finnur húsgud tín hjá, skal láta lív; leita nú í hjástøðu frænda vára og tak tær tað, sum tú finnur, av tínum her hjá mær!» Men Jákup visti ikki, at Rakul hevði stolið hann.
v33
Lában fór tá inn í tjaldið hjá Jákupi og inn í tjaldið hjá Leu og báðum ternunum, men einki hann fann; síðan gekk hann út aftur úr tjaldi Leu og inn í tjald Rakular.
v34
Men Rakul hevði tikið húsgudin og lagt hann í kamelsaðilin og sett seg oman á hann. Tá ið Lában nú hevði leitað vandaliga um alt tjaldið og einki funnið,
v35
segði hon við faðir sín: «Harri mín má ikki ilskast inn á meg, at eg ikki kann rísa fyri tygum; tí at mær fer á konu vísi.» Síðan leitaði hann, men fann ongan húsgud.
v36
Tá kom øði í Jákup; og hann hevði harðliga at Lábani og segði við hann: «Hvat havi eg brotið, og hvat er synd mín, at tú eltir meg so?
v37
Tú hevur leitað vandaliga í øllum viðføri mínum; og hvat hevur tú so funnið av øllum búlutum tínum? Legg tað her frammi fyri frændum mínum og frændum tínum; og dømi teir okkara millum!
v38
Í tjúgu ár havi eg nú verið hjá tær, og ær og geitir tínar hava ikki kastað burtur, og veðrarnar í fylgi tínum havi eg ikki etið;
v39
tað sundurskrædda bar eg tær ikki, men endurgalt sjálvur; av míni hond kravdi tú bæði tað, sum varð stolið á degi, og tað, sum varð stolið á nátt;
v40
um dagin tærdi hitin meg, um náttina kuldin, og eygu míni fingu ikki blund.
v41
Eg havi nú verið í húsi tínum í tjúgu ár; fjúrtan ár havi eg tænt fyri báðar døtur tínar, seks ár fyri fæflokkar tínar; og tíggju ferðir hevur tú broytt løn mína.
v42
Hevði ikki Guð faðirs míns, Ábrahams Guð og Ísaks ræðsla, hjálpt mær, tá mundi tú sent meg tómhentan burtur; men Guð hevur sæð eymd mína og møði, og í nátt hevur hann veitt mær rætt!»
v43
Tá svaraði Lában og segði við Jákup: «Døturnar eru mínar, synirnir eru mínir, og fæflokkarnir eru mínir, og alt, sum tú sært, er mítt; men hvat skuldi eg í dag gjørt hesum døtrum og børnum teirra, ið tær hava alt?
v44
Kom tí nú og latum okkum gera sáttmála millum mín og tín, ið skal vera vitni okkara millum!»
Jákup ger sáttmála við Lában
v45
Tá tók Jákup stein og setti hann upp sum steinsúlu;
v46
og Jákup segði við frændur sínar: «Hentið steinar saman!» og teir tóku steinar og bygdu grótheyggj; síðan fingu teir sær mat á grótheygnum.
v47
Lában nevndi hann Jegar-Sáhaduta, men Jákup nevndi hann Gáled.
v48
Tá mælti Lában: «Hesin grótheyggjur skal í dag vera vitni millum mín og tín.» Tí nevndi hann hann Gáled og eisini
v49
Mizpa, tí hann segði: «Harrin skal eygleiða okkum, tá ið vit nú fara hvør frá øðrum.
v50
Men fert tú illa við døtrum mínum og tekur tær konur umframt døtur mínar, tá skalt tú vita: tó at eingin er hjástaddur, er Guð tó vitni millum mín og tín!»
v51
Og Lában segði við Jákup: «Sí henda grótheyggj og hesa steinsúlu, sum eg havi reist millum mín og tín –
v52
hesin grótheyggjur skal vera vitni, og henda steinsúla váttur tess, at hvørki skal eg fara yvir um henda grótheyggj til tín, og ei heldur tú koma yvir um hann til mín við illum í huga.
v53
Guð Ábrahams og Guð Nákors, Guð faðirs teirra, dømi okkara millum!» Tá svór Jákup við ræðslu Ísaks, faðirs síns.
v54
Síðan slátraði Jákup offurdjór á fjallinum og beyð frændum sínum til máltíðar; og teir fingu sær mat og vórðu á fjallinum um náttina.
|