|
Fyrsta Mósebók, kapittul 42
Brøður Jósefs koma til Egyptalands
v1
Tá ið Jákup frætti, at korn var at fáa í Egyptalandi, segði hann við synir sínar: «Hví sita tit og bína hvør at øðrum?»
v2
Og hann mælti: «Eg havi hoyrt, at korn er at fáa í Egyptalandi; farið hagar og keypið okkum korn har, so at vit mega vera á lívi og ikki doyggja!»
v3
Tá fóru Jósefs tíggju brøður oman at keypa korn í Egyptalandi.
v4
Men Benjamin, bróður Jósefs, sendi Jákup ikki við brøðrum hans, av tí at hann bar ótta fyri, at ógæva skuldi verða honum fyri.
v5
Millum teirra, sum komu at keypa korn, vóru eisini synir Ísraels, tí at hallár var í Kánáanlandi.
v6
Men av tí at Jósef var stjórnari landsins, og tann, sum seldi øllum fólki í landinum korn, so komu brøður Jósefs og lútaðu honum og nigu til jarðar.
v7
Tá ið Jósef sá brøður sínar, kendi hann teir aftur; men hann lætst fremmandur fyri teimum og talaði harðliga við teir og segði: «Hvaðan koma tit?» Teir svaraðu: «Úr Kánáanlandi at keypa vistir.»
v8
Jósef kendi brøður sínar, men teir kendu ikki hann.
v9
Og Jósef mintist dreymarnar, sum hann hevði droymt um teir, og segði við teir: «Nei, tit eru njósnarar; tit eru komnir at hyggja eftir, hvar landið er verjuleyst!»
v10
Men teir svaraðu: «Nei, harri, ikki er tað; trælir tínir eru komnir at keypa vistir.
v11
Vit eru allir synir sama mans; vit eru reinlyndir; trælir tínir eru ikki njósnarar.»
v12
Men hann svaraði teimum: «Jú, tit eru komnir at njósna, hvar landið er verjuleyst!»
v13
Men teir søgdu: «Trælir tínir eru tólv brøður, synir sama mans í Kánáanlandi; hin yngsti er nú heima hjá faðir okkara, og ein er ikki longur á lívi.»
v14
Og Jósef segði við teir: «Tað er, sum eg havi sagt tykkum: Tit eru njósnarar!
v15
Men nú skulu tit verða royndir: So vissuliga sum Fárao livir, skulu tit ikki sleppa hiðan, fyrr enn yngsti bróðir tykkara er fluttur higar!
v16
Sendið tit nú ein tykkara heim aftur eftir bróður tykkara; men hinir tykkara skulu verða eftir í varðhaldi, til tess at orð tykkara kunnu roynast, hvørt tey eru sonn. Annars eru tit njósnarar so vissuliga, sum Fárao livir!»
v17
Síðan hevði hann teir í varðhaldi í tríggjar dagar.
v18
Men triðja dagin segði Jósef við teir: «Hetta skulu tit gera, um tit vilja vera á lívi, tí at eg eri maður, sum óttist Guð.
v19
Eru tit reinlyndir, tá latið ein av tykkum brøðrum eftir her í varðhaldi, í myrkustovu, sum tit sótu fangar í; men farið hinir tykkara heim við so nógvum korni, sum svøltandi heimum tykkara tørvar!
v20
Komið síðan aftur til mín við yngsta bróður tykkara; tá skulu orð tykkara verða sannað, og tit ikki týna lívið!» Og teir so gjørdu.
v21
Tá søgdu teir hvør við annan: «Sanniliga fáa vit nú afturlønt tað, sum vit gjørdu móti bróður okkara, vit, ið sóu sálarangist hansara, tá ið hann bønliga bað okkum várkunna sær, og vildu kortini ikki hoyra! Tessvegna eru vit nú í hesi neyð!»
v22
Tá tók Ruben til orða og segði við teir: «Var tað ikki tað, sum eg segði, tá eg bað tykkum ikki gera synd móti dreinginum! Men tit vildu ikki lurta eftir mær. Og sí, nú verður blóð hansara kravt!»
v23
Men teir vistu ikki, at Jósef skilti, hvat teir søgdu, tí at hann talaði til teirra við tolki.
v24
Og hann veik frá teimum og græt; síðan kom hann aftur til teirra og talaði við teir; og hann tók úr flokki teirra Símeon og bant hann fyri eygum teirra.
v25
Síðan beyð Jósef at fylla sekkir teirra og at leggja silvur hvørs teirra aftur í sekkir teirra og at geva teimum ferðavistir. Soleiðis varð gjørt.
v26
Síðan løgdu teir korn sítt upp á asnarnar og hildu avstað.
v27
Men á gistingarstaðnum, tá ið ein teirra opnaði sekk sín til tess at geva asna sínum at eta, sá hann silvur sítt liggja ovast í sekkinum.
v28
Og hann segði við brøður sínar: «Silvur mítt er komið aftur við mær! Sí, tað liggur her í sekki mínum!» Tá bilaði teimum hugur, og teir hugdu óttafullir hvør upp á annan og søgdu: «Hví man Guð hava gjørt okkum hetta?»
v29
Tá ið teir komu heim aftur í Kánáanland til Jákups, faðirs síns, søgdu teir honum frá øllum, ið teimum hevði borist fyri og mæltu:
v30
«Maðurin, ið var landsharri, talaði harðliga til okkara og helt okkum í varðhaldi fyri at hava njósnast um landið.
v31
Men vit søgdu við hann: Vit eru reinlyndir; vit eru ikki njósnarar.
v32
Vit eru tólv brøður, synir faðirs okkara; ein er ikki longur á lívi; og hin yngsti er nú heima hjá faðir okkara í Kánáanlandi.
v33
Tá segði maðurin, ið er landsharri: Av hesum skal eg sanna, um tit eru reinlyndir: Latið ein av brøðrum tykkara verða eftir her hjá mær og takið so mikið av korni, sum svøltandi heimum tykkara er tørvur á!
v34
Komið síðan aftur til mín við yngsta bróður tykkara, so at eg síggi, at tit eru ikki njósnarar, men reinlyndir menn. Tá skulu tit fáa bróður tykkara aftur og hava loyvi at fara allar leiðir um landið.»
v35
Men tá ið teir nú stoyttu burtur úr sekkjunum, sí, tá var silvurknýti hvørs teirra í sekkjum teirra; og tá ið teir og faðir teirra sóu silvurknýtini, kom ræðsla á teir.
v36
Tá mælti Jákup, faðir teirra, við teir: «Tit gera meg jú barnleysan! Jósef er farin, Símeon er farin, og nú ætla tit at taka Benjamin! Alt kemur oman yvir meg!»
v37
Tá segði Ruben við faðir sín: «Tær er loyvt at taka báðar synir mínar av lívi, um eg ikki flyti tær hann heim aftur! Lít mær hann upp í hendur; eg skal koma aftur til tín við honum!»
v38
Men Jákup svaraði: «Ikki skal sonur mín fara við tykkum; tí at Jósef er deyður, og hann er eina eftir. Verður hann fyri óhappi á tí ferð, sum tit fara, so leggja tit meg á gamalsaldri av harmi í grøvina!»
v39
Og hungursneyðin var hørð í landinum.
|