|
Fyrsta Mósebók, kapittul 29
Jákup kemur til Káran
v1
Síðan helt Jákup áfram ferð síni og kom til land eysturbúgva.
v2
Tá sá hann á markini brunn; og sí, har lógu trý fylgi á bóli um hann, tí at úr tí brunni vóru teir vanir at brynna fylgjunum; men yvir brunninum lá stórur steinur.
v3
Tá ið fylgini vórðu savnað saman hagar, veltu teir steinin frá brunnmunnanum og bryntu fenaðinum; síðan veltu teir aftur steinin fyri brunnmunnan á stað sín.
v4
Jákup spurdi teir tá: «Hvaðan eru tit, brøður?» Teir svaraðu: «Vit eru úr Káran.»
v5
Hann spurdi teir aftur: «Kenna tit Lában Nákorsson?» Teir svaraðu: «Ja, hann kenna vit væl.»
v6
Hann spurdi tá: «Vignast honum væl?» Teir svaraðu: «Ja, honum vignast væl; og sí, har kemur Rakul, dóttir hansara, við seyðafylginum.»
v7
Tá mælti hann: «Tað er jú alljósur dagur enn og ov tíðliga til at reka fenaðin saman; brynnið smalunum og farið aftur á bit við teimum!»
v8
Teir svaraðu: «Tað fáa vit ikki gjørt, fyrr enn allir hirðarnir eru samankomnir; tá velta teir steinin frá brunnmunnanum, og tá brynna vit fenaðinum.»
Jákup hittir Rakul
v9
Meðan hann enn var á máli við teir, kom Rakul við smalunum, ið faðir hennara átti, og sum hon goymdi at.
v10
Men so skjótt sum Jákup sá Rakul, dóttur Lábans, móðurbróður síns, og smalur hansara, fór hann og velti steinin frá brunnmunnanum og brynti smalum Lábans, móðurbróður síns.
v11
Og Jákup kysti Rakul og skar í grát.
v12
Síðan segði Jákup frá, at hann var skyldmaður faðirs hennara, og at hann var sonur Rebekku. Tá rann hon heim at siga hetta fyri faðir sínum.
v13
Men so skjótt sum Lában hoyrdi um Jákup, systurson sín, fór hann rennandi ímóti honum; og hann fevndi hann og myntist við hann og leiddi hann heim í hús sítt. Síðan segði Jákup Lábani frá øllum, sum tilborist hevði.
v14
Tá segði Lában við hann: «Ja, tú ert hold mítt og bein!» Men tá ið hann hevði verið heilan mánað hjá honum,
Jákup fær Leu og Rakul til konur
v15
segði Lában við Jákup: «Eigur tú at tæna hjá mær fyri einki, vegna tess at tú ert frændi mín? Nei, sig mær, hvat tú vilt hava í løn!»
v16
Nú átti Lában tvær døtur; hin eldra æt Lea og hin yngra Rakul.
v17
Lea hevði ring eygu; men Rakul var bæði væl vaksin og fríð í ásjón.
v18
Jákup elskaði Rakul; og hann segði: «Eg vil tæna tær í sjey ár fyri Rakul, yngru dóttur tína.»
v19
Lában svaraði: «Heldur gevi eg tær hana enn fremmandum manni; verð tú bert verandi hjá mær.»
v20
Jákup tænti nú fyri Rakul í sjey ár; men tey vóru honum bert eins og nakrir dagar; tí at hann elskaði hana.
v21
Síðan segði Jákup við Lában: «Gev mær nú konu mína, tí at tænastudagar mínir eru nú lidnir, so at eg má fara inn til hennara!»
v22
Tá bjóðaði Lában øllum monnum har á staðnum í veitslu, sum hann læt halda.
v23
Um kvøldið tók hann Leu dóttur sína og leiddi hana til hansara; og hann fór inn til hennara.
v24
Og Lában gav Leu, dóttur síni, Zilpu, trælkonu sína, sum ternu.
v25
Men morgunin eftir, tá ið hann sá, at tað var Lea, segði hann við Lában: «Hvat er hetta, tú hevur gjørt mær? Havi eg ikki tænt tær fyri Rakul? Hví hevur tú tá teipað meg!»
v26
Men Lában svaraði: «Ikki er tað siður í okkara landi at gifta ta yngru dóttrina fyrr enn hina eldru.
v27
Bíða nú, til brúðarvikan hjá hesari er at enda, so vil eg geva tær eisini hina, um tú tænir hjá mær onnur sjey ár afturat.»
v28
Jákup so gjørdi. Tá ið hann hevði hildið brúðarvikuna at enda, gifti hann honum Rakul, dóttur sína.
v29
Og Lában gav Rakuli, dóttur síni, trælkonu sína Billu sum ternu.
v30
Síðan fór Jákup eisini inn til Rakular; og hann unti Rakul fram um Leu; hann tænti nú hjá Lábani sjey ár afturat.
Fýra synir føðast Jákupi
v31
Tá ið Harrin sá, at Lea var forfjónað, læt hann upp móðurlív hennara; men Rakul var óburin.
v32
Lea varð nú við barn og føddi son; og hon nevndi hann Ruben; tí at hon segði: «Harrin hevur sæð neyð mína; nú man maður mín fara at unna meg.»
v33
Síðan varð hon aftur við barn og føddi son; tá segði hon: «Av tí at Harrin hevur hoyrt, hvussu fjónað eg eri, hevur hann givið mær eisini henda.» Tí nevndi hon hann Símeon.
v34
Aftur varð hon við barn og føddi son; tá segði hon: «Nú man maður mín fara at halda seg aftur at mær, tí at nú havi eg føtt honum tríggjar synir.» Tess vegna nevndi hon hann Levi.
v35
Og hon varð uppaftur við barn og føddi son; tá segði hon: «Aftur skal eg lova Harranum.» Av tí nevndi hon hann Júda. Síðan helt hon uppat at eiga børn.
|