|
Fyrsta Mósebók, kapittul 23
Sára andast
v1
Og Sára livdi eitt hundrað og tjúgu og sjey ár; so mangir vóru ævidagar hennara.
v2
Og Sára doyði í Kirjat-Arba – tað er Hebron – í Kánáanlandi. Og Ábraham fór innar at syrgja Sáru og gráta hana.
Sára verður grivin í hellinum við Makpela
v3
Síðan fór hann frá síni deyðu og mælti soleiðis við Hetitar:
v4
«Eg eri gestur og útiseti her hjá tykkum; gevið mær eitt jarðarstykki, so at eg kann fáa mína deyðu burtur frá mær og jarða hana.»
v5
Tá svaraðu Hetitar Ábrahami og søgdu við hann.
v6
«Lýð á okkum, harri! Høvdingur Guðs ert tú okkara millum; jarða tína deyðu í eini av okkara bestu grøvum; tí at eingin av okkum vil sýta tær grøv sína til at jarða tína deyðu í!»
v7
Men Ábraham reis og neig fyri íbúgvum landsins, fyri Hetitum,
v8
og talaði við teir svá: «Er tað tykkara vilji, at eg má fáa mína deyðu burtur frá mær og jarða hana, so hoyrið meg og talið mín vegna við Efron Zóharsson
v9
um at geva mær Makpela-hellið, ið liggur uttast í bø hansara; fyri fult virði skal hann geva mær tað sum gravstað tykkara millum.»
v10
Efron sat har millum Hetitanna, og Efron Hetiti mælti soleiðis við Ábraham, meðan Hetitar og allir, ið gingu inn um borgarlið hansara, lýddu á:
v11
«Nei, harri mín, lurta eftir mær! Jarðarstykkið gevi eg tær; og hellið, sum í tí er, gevi eg tær eisini: fyri ásjón frænda mína gevi eg tær tað; jarða tú tína deyðu!»
v12
Men Ábraham neig fyri íbúgvum landsins
v13
og talaði við Efron í hjástøðu teirra og segði: «Gævi tú vildi lurta eftir mær: Eg gjaldi tær fult virði fyri jørðina; tak við tí av mær, so at eg kann jarða mína deyðu har!»
v14
Tá svaraði Efron Ábrahami og segði:
v15
«Lurta eftir mær, harri mín! Jørð fyri fýra hundrað siklar í silvuri, hvat er tað hjá okkum báðum at tala um? Jarða tú bara tína deyðu!»
v16
Ábraham skilti Efron; og hann vigaði Efroni tað silvur, sum hann hevði nevnt í hjástøðu Hetita, fýra hundrað siklar í silvuri.
v17
Soleiðis kom jarðarstykki Efrons í Makpela áraka Mamre, jarðarstykkið og hellið, sum í tí var og øll trøini, sum allastaðni vuksu á tí,
v18
til at verða ogn Ábrahams í hjástøðu Hetita, frammi fyri øllum, sum gingu út og inn um borgarlið hansara.
v19
Síðan jarðaði Ábraham Sáru, konu sína, í hellinum í Makpela – jarðarstykki áraka Mamre – tað er Hebron – í Kánáanlandi.
v20
Soleiðis fekk Ábraham av Hetitum jarðarstykkið og hellið, sum á tí var, til leggstaðar.
|