|
Fyrsta Mósebók, kapittul 20
Ábraham og Sára í Gerar
v1
Ábraham flutti nú haðan suður í landið og settist niður millum Kádesj og Sjúr og búði sum útiseti í Gerar.
v2
Men av tí at Ábraham hevði sagt, at Sára var systir hansara, sendi Ábimelek, kongurin av Gerar, boð eftir Sáru og tók hana til sín.
v3
Tá kom Guð í dreymi til Ábimeleks um náttina og segði við hann: «Sí, tú skalt doyggja vegna ta konu, ið tú hevur tikið, tí hon er kona annars mans!»
v4
Men Ábimelek hevði ikki verið henni nær; og hann mælti: «Harri, ætlar tú eisini at týna sakleysar menn?
v5
Segði hann ikki fyri mær, at hon var systir hansara? Og sjálv segði hon, at hann var bróðir hennara. Við sakleysum hjarta og reinum hondum havi eg gjørt hetta.»
v6
Tá segði Guð við hann í dreymi: «Víst veit eg, at tú gjørdi hetta í sakloysi hjarta tíns, og eg havi eisini varðveitt teg frá at synda móti mær; tessvegna loyvdi eg tær ikki at nerta hana.
v7
Men fá nú manninum konu sína aftur, tí at hann er profetur og kann biðja fyri tær, so at tú mást vera á lívi; men sendir tú hana ikki aftur, tá skalt tú vita, at deyðin er tær og øllum tínum vísur!»
v8
Snimma morgunin eftir fór Ábimelek upp og rópaði til sín allar menn sínar; og tá ið hann greindi teimum frá hesum tilburðum, vórðu teir ógvuliga óttafullir.
v9
Og Ábimelek rópaði Ábraham til sín og segði við hann: «Hví gjørdi tú okkum hetta? Hvat ilt havi eg gjørt tær, at tú leiddi tílíka synd yvir meg og ríki mítt? Tú hevur gjørt ímóti mær slíkt, sum ikki eigur at verða gjørt!»
v10
Og Ábimelek segði við Ábraham: «Hvat var ætlan tín við at gera hetta?»
v11
Ábraham svaraði: «Eg hugsaði sum so: Her man eingin gudsótti vera; tí munnu teir fara at drepa meg vegna konu mínar.
v12
Men annars er hon kortini systir mín, tí hon er dóttir faðirs míns, tó ikki dóttir móður mínar, og tí kundi hon verða gift mær.
v13
Men tá ið Guð læt meg reika um fjart frá húsi faðirs míns, segði eg við hana: «Hesa góðvild mást tú sýna mær: allar staðir, hagar vit koma, mást tú siga, at eg eri bróðir tín.» »
v14
Síðan tók Ábimelek smalur og stórdýr, trælir og trælkvendi og gav Ábrahami og fekk honum aftur Sáru, konu hansara.
v15
Og Ábimelek segði við hann: «Sí, land mítt stendur tær í boði; set teg niður, hvar tær líkar best!»
v16
Og við Sáru segði hann: «Nú gevi eg bróður tínum túsund siklar í silvuri; tað skal verða tær viðurgjald fyri alt, sum tær hevur verið fyri; og tú skalt í øllum lutum verða sakarleys!»
v17
Tá bað Ábraham til Guðs, og Guð grøddi Ábimelek og konu hansara og hjákonur hansara, so at tær fingu børn.
v18
Tí at Harrin hevði lokað aftur fyri hvørjum móðurlívi í húsi Ábimeleks vegna Sáru, konu Ábrahams.
|