|
Fyrsta Mósebók, kapittul 46
Jákup fer til Egyptalands
v1
Tá fór Ísrael avstað við øllum, sum hann átti, og hann kom til Beersjebu og ofraði Guði Ísaks, faðirs síns, sláturoffur.
v2
Men Guð talaði við Ísrael í náttarsjón og segði: «Jákup, Jákup!» Hann svaraði: «Her eri eg!»
v3
Og hann mælti: «Eg eri Guð, Guð faðirs tíns. Óttast ikki fyri at fara til Egyptalands; tí at har skal eg gera teg at miklari tjóð.
v4
Eg skal sjálvur koma við tær til Egyptalands, og eg man eisini føra teg aftur haðan; og Jósef skal lata eygu tíni aftur.»
v5
Síðan fór Jákup frá Beersjebu. Synir Ísraels settu Jákup, faðir sín, og børn síni og konur sínar upp í vagnarnar, sum Fárao hevði sent eftir honum.
v6
Og teir tóku fenað sín og allan tann eyð, sum teimum hevði ognast í Kánáanlandi, og komu til Egyptalands, Jákup og alt avkom hansara við honum.
v7
Soleiðis flutti hann við sær synir og sonasynir sínar, døtur og sonadøtur sínar og alt avkom sítt til Egyptalands.
Ættleggur Jákups
v8
Hesi eru nøvn Ísraels sona, sum komu til Egyptalands, Jákup og synir hansara: Ruben, frumgitni sonur Jákups.
v9
Men synir Rubens vóru: Hánok, Pallu, Hezron og Karmi.
v10
Synir Símeons: Jemuel, Jámin, Óhad, Jákin, Zóhar og Sjául, sonur kanversku konunnar.
v11
Synir Levi: Gersjon, Kehat og Merari.
v12
Synir Júda: Er, Ónan, Sjela, Perez og Zera. Men Er og Ónan doyðu í Kánáanlandi; og synir Perez vóru Hezron og Hámul.
v13
Synir Issakars: Tóla, Pua, Jásjub og Sjimron.
v14
Synir Zebulons: Sered, Elon og Jáleel.
v15
Hesir vóru synir Leu, sum hon føddi Jákupi í Paddon-Áram, umframt Dinu, dóttur hans. Allir synir og allar døtur hansara vóru tríati og trý.
v16
Og synir Gáds: Zifjon, Haggi, Sjúni, Ezbon, Eri, Áros og Áreli.
v17
Og synir Ásjers: Jimna, Jisjva, Jisjvi, Beria og Sera, systir teirra. Synir Beria vóru Heber og Malkiel.
v18
Hesir vóru synir Zilpu, sum Lában gav Leu, dóttur síni; hesar føddi hon Jákupi, sekstan sálir.
v19
Og synir Rakular konu Jákups: Jósef og Benjamin.
v20
Jósef fekk í Egyptalandi synir við Asnat, dóttur Potifera prests í Ón: Efraim og Manasse.
v21
Synir Benjamins vóru: Bela, Beker, Asjbel, Gera, Náaman, Ehi, Rosj, Muppim, Huppim og Ard.
v22
Hesir vóru synir Rakular, sum hon føddi Jákupi, íalt fjúrtan sálir.
v23
Sonur Dáns var Husjim.
v24
Synir Naftali: Jázeel, Guni, Jezer og Sjillem.
v25
Hesir vóru synir Billu, sum Lában gav Rakuli, dóttur síni; hesar føddi hon Jákupi, sjey sálir íalt.
v26
Og alt húski Jákups, ið kom við honum til Egyptalands, og sum av honum var komið, var seksti og seks sálir, umframt sonakonur Jákups.
v27
Synir Jósefs, ið føddust honum í Egyptalandi, vóru tveir. Allar sálir av ætt Jákups, ið komu til Egyptalands, vóru sjeyti.
Koma hans til Egyptalands
v28
Hann sendi nú Júda undan sær til Jósefs, til tess at hann skuldi beina teimum á Gosen. Síðan komu teir til Gosenlands.
v29
Tá læt Jósef búgva til vagn sín og fór ímóti faðir sínum til Gosen; og tá ið hann hitti hann, hálsfevndi hann hann og græt leingi í ørmum hans.
v30
Tá segði Ísrael við Jósef: «Nú doyggi eg glaður; tí at nú havi eg sæð andlit títt, at tú enn ert á lívi!»
v31
Men Jósef segði við brøður sínar og við húsfólk faðirs síns: «Nú skal eg fara og bera Fárao hesi tíðindi og siga við hann: Brøður mínir og húsfólk faðirs míns í Kánáanlandi eru komin til mín.
v32
Hesir menn eru hirðar og fenaðarmenn; nú eru teir komnir higar við smalum og stórdýrum sínum og øllum, sum teir eiga.
v33
Men tá ið nú Fárao stevnir tykkum fyri seg og spyr tykkum um starv tykkara,
v34
tá skulu tit svara: Trælir tínir hava frá barnaárum av verið fenaðarmenn eins og fedrar sínir, – til tess at tit mega fáa loyvi til at búgva í Gosenlandi; tí at Egyptar hava andstygd fyri øllum hirðum.»
|