|
Fyrsta Mósebók, kapittul 19
Einglar vitja Lot; spillan í Sódomu
v1
Men báðir einglarnir komu um kvøldið til Sódomu; og tá ið Lot, sum sat í borgarliði Sódomu, bar eyga við teir, fór hann ímóti teimum, lútaði til jarðar
v2
og mælti: «Góðu menn, komið inn hjá træli tykkara at gista og tváið føtur tykkara; í morgin árla mega tit so fara leið tykkara.» Men teir svaraðu: «Nei, vit vilja sova úti á torginum í nátt.»
v3
Men hann strongdi so á teir, at teir fóru við honum; og tá ið teir komu inn í hús hansara, setti hann mat fyri teir, bakaði ósúrgaðar køkur, og teir ótu.
v4
Men áður enn teir vóru farnir til hvíldar, slógu borgarmenninir, íbúgvar Sódumu, ring um húsið, bæði ungir og gamlir, hvør maður av húsi.
v5
Og teir rópaðu á Lot og søgdu: «Hvar eru menninir, sum komu til tín í kvøld? Send teir út til okkara, so at vit mega svala girndarhug okkara á teimum!»
v6
Lot fór tá út í dyr til teirra, lokaði hurðina eftir sær
v7
og segði við teir: «Fremjið, brøður mínir, fyri alt ongar ósømdir!
v8
Sí, eg havi tvær døtur, sum ikki hava kent kallmann; tær skal eg fáa tykkum; gerið við tær, sum tit vilja; men latið hesar menninar vera í náðum, tá teir nú eru komnir inn undir skuggan av taki mínum!»
v9
Tá rópaðu teir: «Hav teg burtur! Hesin eini maður er komin higar at búgva sum fremmandur, og nú vil hann gera seg til dómara! Men nú skulu vit fara verri við tær enn við teimum!» Og teir løgdu á mannin, á Lot, og nærkaðust til at bróta upp hurðina.
v10
Tá rættu menninir hondina útum, tóku Lot til sín inn í húsið og lokaðu hurðina.
v11
Men menninar, sum vóru uttan fyri húsdyrnar, blindaðu teir, bæði smáar og stórar, so at teir góvust at finna inngongdina.
Bjarging Lots
v12
Og menninir søgdu við Lot: «Alt skyldfólk títt, mágar tínar, synir tínar og døtur og alt, sum tú eigur í borgini, skalt tú føra burtur frá hesum staði,
v13
tí at vit ætla at oyða henda staðin, av tí at rópið yvir teir er vorðið so mikið fyri Harranum, at Harrin hevur sent okkum at oyða staðin.»
v14
Tá fór Lot út at tala við mágar sínar, ið skuldu fáa døtur hansara, og mælti: «Standið upp og rýmið hiðan, tí at Harrin ætlar at oyða staðin!» Men mágar hansara tóku hetta upp fyri gjøldur.
v15
Tá ið nú dagur tók at lýsa, skundaðu einglarnir undir Lot og søgdu: «Statt upp og tak við tær konu tína og báðar døtur tínar, ið hjá tær eru, so at tú ikki verður týndur fyri misgerð staðarins.»
v16
Men tá ið hann drálaði, tóku menninir hann og konu og døtur hansara, av tí at Harrin vildi eira honum, og leiddu hann út og sleptu honum ikki, fyrr enn hann var komin út um staðin.
v17
Og tá ið teir høvdu leitt hann útum, søgdu teir: «Bjarga tær, tí at lív títt liggur við! Lít teg ikki aftur um bak og steðga ongar staðir á slættanum; men bjarga tær niðan í fjøllini, so at tú ikki ferst!»
v18
Men Lot segði við teir: «Á nei, harri mín!
v19
Sí, trælur tín hevur jú funnið náði í eygum tínum, og mikla miskunn hevur tú sýnt mær við at lata meg vera á lívi; men eg kann ikki bjarga mær niðan í fjøllini; ógævan man fáa meg aftur, og eg man lívið týna.
v20
Men sí, har er bygd í nánd at flýggja til; og hon hevur lítið at týða; hagar kann eg bjarga mær, hon hevur vissuliga lítið at týða; og lív mítt er tá bjargað!»
v21
Tá svaraði hann honum: «Eisini hesa bøn skal eg veita tær; eg skal ikki oyða bygdina, sum tú talar um.
v22
Bjarga tær sum skjótast hagar, tí at einki fái eg gjørt, fyrr enn tú ert komin hagar.» Tí verður tann bygdin nevnd Zoar.
Oyðing Sódomu og Gómorru, kona Lots
v23
Í sólarrenningini, tá ið Lot var komin til Zoar,
v24
læt Harrin regna av himni svávul og eld frá Harranum niður yvir Sódomu og Gómorru.
v25
Og hann oyddi av hesar borgir og allan Jórdanslættan og allar íbúgvar borganna og jarðargróðurin.
v26
Men kona hans leit seg aftur um bak og varð at saltstólpa.
v27
Snimma morgunin eftir fór Ábraham á tann staðin, har hann hevði staðið frammi fyri Harranum;
v28
og tá ið hann leit yvir at Sódomu og Gómorru og út um allan Jórdanslættan, tá sá hann royk koma upp úr jørðini eins og royk úr bræðsluovni.
v29
Men tá ið Guð oyddi av borgirnar á Jórdanslættanum, mintist hann á Ábraham og leiddi Lot út úr oyðingini, sum hann læt koma yvir tær borgir, ið Lot búði í.
Døtur Lots
v30
Lot fór nú úr Zoar niðan í fjallalandið og settist niður har saman við báðum døtrum sínum, tí hann tordi ikki at búgva í Zoar; og hann búði í hellinum saman við døtrum sínum.
v31
Tá segði hin eldra við hina yngru: «Faðir okkara er gamal, og eingin kallmaður er eftir her í landinum at koma inn til okkara á vanligan hátt.
v32
Kom tí, latum okkum geva faðir okkara vín at drekka og leggja okkum hjá honum, so at vit mega fáa avkom við faðir okkara.»
v33
Sama kvøldið góvu tær honum vín at drekka; og hin eldra kom og legði seg hjá faðir sínum; hann vardi hvørki, at hon legði seg, ella at hon fór upp.
v34
Morgunin eftir segði hin eldra við hina yngru: «Sí, í nátt lá eg hjá faðir mínum; latum okkum nú eisini í kvøld geva honum vín at drekka; far tú tá og legg teg hjá honum, so at vit mega fáa avkom við faðir okkara!»
v35
Síðan góvu tær aftur tað kvøldið faðir sínum vín at drekka, og hin yngra fór og legði seg hjá faðir sínum; og hann vardi hvørki, at hon legði seg, ella at hon fór upp.
v36
Soleiðis vórðu báðar døtur Lots við barn av ávum faðirs teirra.
v37
Og hin eldra føddi son og nevndi hann Móab; hann er ættarfaðir Móabs enn í dag.
v38
Eisini hin yngra føddi son; og hon nevndi hann Ben-Ammi; hann er ættarfaðir Ammonita enn í dag.
|