|
Fyrsta Mósebók, kapittul 50
Jákup jarðaður í Hebron
v1
Tá kastaði Jósef seg niður yvir andlit faðirs síns, græt uppi yvir honum og kysti hann.
v2
Og Jósef beyð tænarum sínum, ið læknakønir vóru, at balsamera faðir sín; tá balsameraðu læknarnir Ísrael.
v3
Til tess gingu fjøruti dagar, tí so langa tíð tekur balsameringin. Og Egyptar syrgdu hann í sjeyti dagar.
v4
Tá ið sorgardagarnir vóru at enda, mælti Jósef við hirðmenn Fáraos og segði: «Havi eg funnið náði í eygum tykkara, tá berið tit Fárao hesi orð frá mær:
v5
Faðir mín legði mær dýran við og mælti: Sí, eg fari nú at doyggja; men í tí grøv, sum eg gróv mær í Kánáanlandi, skalt tú jarða meg! Loyv mær tí at fara at jarða faðir mín; síðan skal eg koma aftur.»
v6
Fárao svaraði: «Far tú og jarða faðir tín, eins og tú svórt honum.»
v7
Tá fór Jósef at jarða faðir sín; og við honum fóru allir tænarar Fáraos, mætastu menn úr hirð hansara og allir frægir menn Egyptalands;
v8
og somuleiðis alt húski Jósefs og brøður hansara og húski faðirs hans; einans kvinnur og børn og smalur og stórdýr lótu teir vera eftir í Gosenlandi.
v9
Í ferðini vóru bæði vagnar og reiðmenn, so at tað var almikil herur.
v10
Og tá ið teir vóru komnir til Goren-Háatad, hinumegin Jórdan, hevjaðu teir harmljóð mikið og hátíðarligt; og Jósef helt ervi eftir faðir sín í sjey dagar.
v11
Men tá ið landsins íbúgvar, Kánáanitarnir, sóu teir halda ervi í Goren-Háatad, søgdu teir: «Egyptar halda stórt ervi!» Tessvegna varð tann staðurin nevndur Ábel-Mizráim; hann er hinumegin Jórdan.
v12
Synir hansara gjørdu við hann, eins og hann hevði boðið teimum.
v13
Og synir hansara fluttu hann til Kánáanlands og jarðaðu hann í hellinum á Makpela-vøllum í tí jarðarstykki, sum Ábraham hevði keypt til leggstaðar frá Efroni Hetita, áraka Mamre.
v14
Og tá ið Jósef hevði jarðað faðir sín, fór hann aftur til Egyptalands saman við brøðrum sínum og øllum, ið við honum vóru komnir til jarðarferðar faðirs hans.
Jósef uggar brøður sínar
v15
Men tá ið brøður Jósefs sóu, at faðir teirra var deyður, hugsaðu teir: Gævi at Jósef nú ikki verður fíggindi okkara og lønar okkum aftur tað illa, sum vit gjørdu honum!
v16
Teir sendu tí Jósefi hesi boð: «Áður enn faðir tín andaðist,
v17
beyð hann okkum at siga við teg: Fyrigev tú misgerð brøðra tína og synd teirra, tí at teir gjørdu ilt ímóti tær! Fyrigev tí tað illa, sum tænarar Guðs, faðirs tíns, hava gjørt!» Jósef græt, tá ið hann hoyrdi hesi orð frá teimum.
v18
Síðan komu brøður hansara sjálvir og nigu fyri honum og søgdu: «Sí, vit eru trælir tínir!»
v19
Men Jósef segði við teir: «Óttist ikki! Eg eri tó ikki í Guðs stað!
v20
Tit ætlaðu at gera mær ilt, men Guð vendi tí til góða, til tess at gera tað, ið nú er fram komið, at halda lívinum uppi í mongum fólkum.
v21
Verið nú óræddir, tí at eg skal hava umsorgan fyri tykkum, konum og børnum tykkara.» Soleiðis uggaði hann teir, dirvdi hann teir.
Jósef doyr
v22
Jósef varð búgvandi í Egyptalandi, hann og ættarfólk faðirs hans. Og Jósef varð eitt hundrað og tíggju ára gamal.
v23
Og Jósef sá avkom Efraims í triðja lið; eisini børn Mákirs Manassesonar føddust á knøum Jósefs.
v24
Og Jósef segði við brøður sínar: «Eg fari nú at doyggja, men Guð man vissuliga vitja tykkum og flyta tykkum úr hesum landi heim aftur í tað landið, sum hann tilsvór Ábrahami, Ísaki og Jákupi!»
v25
Og Jósef legði sonum Ísraels dýran við og segði: «Tá ið Guð vitjar tykkum, tá skulu tit flyta bein míni hiðan!»
v26
Síðan doyði Jósef eitt hundrað og tíggju ára gamal. Teir balsameraðu hann og løgdu hann í kistu í Egyptalandi.
|