|
Fyrsta Mósebók, kapittul 16
Hágar og Ísmael
v1
Sárai, kona Ábrams, føddi honum eingi børn; men hon átti egyptiska trælkonu, Hágar at navni.
v2
Sárai segði nú við Ábram: «Sí, Harrin hevur noktað mær gitnað; men gakk tú inn til trælkonu mína; kanska eg kann fáa avkom av henni!» Og Ábram lýddi Sárai.
v3
Tá tók Sárai, kona Ábrams, Hágar, hina egyptisku trælkonu sína, eftir at Ábram hevði búð tíggju ár í Kánáanlandi, og gav manni sínum Ábrami hana sum konu.
v4
Hann gekk tá inn til Hágar, og hon varð við barn; men tá ið hon kendi á sær, at hon var við barn, bretti hon sær ímóti húsfrú síni.
v5
Tá mælti Sárai við Ábram: «Tann órættur, ið mær er fyri, komi yvir teg! Eg legði trælkonu mína í favn tín; og nú, ið hon sær, at hon er við barn, brettir hon sær upp ímóti mær; Harrin dømi millum mín og tín!»
v6
Men Ábram svaraði Sárai: «Trælkona tín er í tínum valdi; ger við hana, sum tær lystir!» Tá fór Sárai so illa við henni, at hon flýggjaði frá henni.
v7
Men eingil Harrans fann hana við vatnlindina í oyðimørkini, við lindina á vegnum til Sjúr.
v8
Og hann mælti: «Hágar, trælkona Sárai, hvaðan kemur tú, og hvar ætlar tú tær?» Hon svaraði: «Eg eri flýdd frá Sárai, húsfrú míni.»
v9
Eingil Harrans segði við hana: «Vend tú heim aftur til húsfrú tína og gev teg undir vald hennara!»
v10
Og eingil Harrans segði við hana: «Eg skal gera avkom títt so fjølmangt, at ikki skal fáast tal á tí vegna fjøld tess.»
v11
Framvegis segði eingil Harrans við hana: «Sí, tú ert við barn og skalt føða son; hann skalt tú nevna Ísmael; tí at Harrin hevur hoyrt neyðarróp tíni.
v12
Hann skal vera maður líkur villiasna; hond hansara skal vera ímóti hvørjum manni, og hvørs mans hond ímóti honum; hann skal ikki víkja fyri nøkrum av frændum sínum!»
v13
Men Harranum, sum við hana hevði talað, gav hon navnið: Tú ert Guð, sum sært. Tí hon segði: «Havi eg hómað hann, ið sær meg?»
v14
Tí eitur brunnurin Lákai-Roi brunnur; hann er millum Kádesj og Bered.
v15
Og Hágar føddi Ábrami son; og Ábram nevndi sonin, sum Hágar føddi honum, Ísmael.
v16
Ábram var áttati og seks ára gamal, tá ið Hágar føddi honum sonin Ísmael.
|