|
Fyrsta Mósebók, kapittul 28
Ísakur sendir Jákup til Lábans
v1
Tá rópaði Ísakur Jákup til sín og vælsignaði hann og beyð honum: «Tak tær ikki konu av døtrum Kánáans,
v2
men far tær til Paddan-Áram í hús Betuels, móðurfaðirs tíns, og tak tær haðan konu av døtrum Lábans, móðurbróður tíns!
v3
Og Guð hin alvaldi vælsigni teg og lati teg nørast og fjølgast, so at tú verður ættarfaðir at mongum tjóðum;
v4
hann gevi tær signing Ábrahams, tær og avkomi tínum við tær; og hann gevi tær land útiseturs tíns til ognar, tað sum Guð gav Ábrahami!»
v5
Síðan sendi Ísakur Jákup avstað; og hann fór til Paddan-Áram, til Lábans Betuelssonar, hins áramaiska, bróður Rebekku, móður Jákups og Esavs.
Esav fær sær dóttur Ísmaels til konu
v6
Men tá ið Esav var varur við, at Ísakur hevði vælsignað Jákup og sent hann til Paddan-Áram at fáa sær konu haðan, eftir at hann hevði vælsignað hann og boðið honum, at hann skuldi ikki taka sær konu av døtrum Kánáans,
v7
og at Jákup hevði lýtt faðir sínum og móður og var farin til Paddan-Áram,
v8
tá skilti Esav, at døtur Kánáans ikki hóvaðu Ísaki, faðir hansara.
v9
Og hann fór tá til Ísmaels og tók sær Máhalat, dóttur Ísmaels Ábrahamssonar, systur Nebajots, til konu umframt hinar konur sínar.
Dreymar Jákups í Betel
v10
Jákup fór nú frá Beersjebu og helt leið síni til Káran.
v11
Men tá ið hann var komin at halgistaðinum, vildi hann verða har um náttina, av tí at sól var farin til viða; hann tók sær tá ein av steinunum, ið har vóru, og hevði hann til høvdalag og legði seg har at sova.
v12
Tá droymdi hann, at hann sá stiga, sum stóð á jørðini og røkk upp til himins; og sí, einglar Guðs gingu upp og niður eftir honum.
v13
Men uppi yvir honum stóð Harrin og segði: «Eg eri Harrin, Guð Ábrahams og Guð Ísaks, faðirs tíns. Landið, tú liggur á, gevi eg tær og avkomi tínum.
v14
Og avkom títt skal verða eins og dustið á jørð, og tú skalt breiða teg bæði í vestur og eystur, í suður og norður. Og av tær og avkomi tínum skulu allar ættir á fold fáa signing.
v15
Og sí, eg eri við tær og skal varðveita teg allar staðir, hvar ið tú fert, og føra teg aftur í hetta landið; tí at ikki vil eg fara frá tær, men evna alt tað, sum eg havi lovað tær.»
v16
Tá vaknaði hann úr svøvni sínum og mælti: «Vissuliga er Harrin á hesum staði, og eg visti tað ikki!»
v17
Og ótti kom á hann, og hann mælti: «Hvør øgiligur er hesin staður! Her er vissuliga Guðs hús og lið himinsins!»
v18
Og Jákup reis tíðliga um morgunin, tók steinin, sum hann hevði havt undir høvdinum, og reisti hann sum steinsúlu og helti olju oman yvir hann.
v19
Og hann nevndi henda stað Betel; áður hevði staðurin itið Luz.
v20
Tá strongdi Jákup hetta heiti: Verður Guð við mær, og varðveitir hann meg á hesi ferð míni, eg eri á, og gevur mær breyð til matna og klæði at fara í,
v21
og eg komi heim aftur í hús faðirs míns í øllum góðum, so skal Harrin vera Guð mín!
v22
Og hesin steinur, ið eg havi reist sum steinsúlu, skal vera Guðs hús; og av øllum, ið tú veitir mær, skal eg geva tær tíggjund.
|