|
Fyrsta Mósebók, kapittul 40
Jósef ræður dreymar í myrkustovu
v1
Eftir hetta bar so á, at skeinkjari kongsins í Egyptalandi og bakarin forsóu seg móti Fárao, kongi Egyptalands.
v2
Tá reiddist Fárao inn á hesar báðar hirðmenn sínar, høvuðsskeinkjaran og høvuðsbakaran,
v3
og læt teir seta í varðhald í húsi lívvarðarhøvdingans, í myrkustovu, har sum Jósef sat fangi.
v4
Lívvarðarhøvdingin setti Jósef til at hava umsjón yvir teimum og ganga teimum til handa. Tá ið teir nú høvdu sitið um bil í varðhaldi,
v5
droymdi teir báðar, skeinkjara og bakara kongsins í Egyptalandi, sum sótu í myrkustovu, hvør sín dreym á somu nátt; og hvør dreymurin hevði sína merking.
v6
Tá ið Jósef um morgunin kom inn til hirðmanna Fáraos, ið við honum vóru í varðhaldi í húsi húsbónda hans, og sá, at teir vóru tungir í huga,
v7
spurdi hann teir: «Hví hava tit so sorgligt yvirbragd í dag?»
v8
Teir svaraðu honum: «Okkum hevur droymt dreym, ið eingin er førur at ráða.» Tá segði Jósef við teir: «Hoyrir tað ikki Guði til at ráða dreymar? Sigið mær, hvat ið tykkum hevur droymt!»
v9
Tá segði høvuðsskeinkjarin Jósefi frá dreymi sínum og mælti við hann: «Mær tókti í dreyminum at síggja víntræ standa framman fyri mær.
v10
Á víntræinum vóru tríggjar greinar, og so skjótt sum gróðurknapparnir skutust, spruttu blómur, og víntyssini bóru staðin vínber.
v11
Í hondini hevði eg steyp Fáraos; og eg tók vínber og fergdi tey niður í steyp Fáraos og rætti Fárao tað.»
v12
Tá segði Jósef við hann: «Hesin dreymur skal ráðast á henda hátt: Tríggjar greinar merkja tríggjar dagar;
v13
um tríggjar dagar man Fárao hevja títt høvur aftur og seta teg aftur í embæti títt, so at tú aftur rættir Fárao steypið, eins og tú áður vart vanur, tá ið tú vart skeinkjari hans.
v14
Men tá ið tú nú fært aftur eydnuna við tær, tá minst til mín og sýn mær ta vælvild at minna Fárao á meg, so at tú fært meg út aftur úr hesum húsi!
v15
Tí at eg eri stolin loyniliga úr landi Hebrea; heldur ikki havi eg gjørt meg sekan í nøkrum til at verða rindaður í myrkustovu.»
v16
Tá ið høvuðsbakarin sá, at ráðanin var góð, segði hann við Jósef: «Eisini meg droymdi dreym og tókti mær, at eg bar á høvdi mínum tríggjar tægur við hveitibreyðum.
v17
Í ovastu tæguni var bakkulsi til Fárao; men fuglarnir komu og ótu tað úr tæguni, sum var á høvdi mínum.»
v18
Tá svaraði Jósef og mælti: «Hesin dreymur skal ráðast á henda hátt: Tríggjar tægur merkja tríggjar dagar;
v19
innan tríggjar dagar man Fárao hevja høvur títt og heingja teg upp í okkurt træ; og fuglarnir munnu fara at eta hold títt.»
v20
Tríggjar dagar eftir hetta, tá ið Fárao á føðingardegi sínum helt veitslu fyri øllum tænarum sínum, hevjaði hann høvur høvuðsskeinkjarans og høvuðsbakarans í hjástøðu tænara sína.
v21
Høvuðsskeinkjaran setti hann aftur í embæti sítt, so at hann aftur rætti Fárao steypið;
v22
men høvuðsbakaran læt hann heingja samsvarandi dreymin, ið Jósef hevði rátt teimum.
v23
Men høvuðsskeinkjarin hugsaði ikki um Jósef; hann gloymdi hann.
|