|
Fyrsta Mósebók, kapittul 6
Spilla menniskjunnar
v1
Men tá ið menninir tóku at fjølgast á jørðini, og døtur vórðu teimum føddar,
v2
tá bar so á, at synir Guðs vórðu varir við, hvussu fagrar mannadøturnar vóru; og teir tóku sær til konu allar, sum teir fingu hug á.
v3
Tá segði Harrin: «Andi mín skal ikki allar ævir búgva í menniskjuni, tí at hon er jú hold; og ævidagar hennara skulu vera eitt hundrað og tjúgu ár.»
v4
Á teimum døgum vóru risarnir á fold og eisini seinni, tí at synir Guðs vóru gingnir inn til mannadøtranna, og tær føddu teimum børn; tað vóru hetjurnar, sum í forðum vóru navnframar.
v5
Tá ið Harrin sá, at illskapur menniskjanna var mikil á fold, og at tær í hjarta sínum einans hugsaðu um at fremja illverk tann líðilanga dag,
v6
tá iðraði Harrin seg um at hava skapað menniskjuna á fold; og tað neit hann í hjartað.
v7
Og Harrin segði: «Eg vill oyða menniskjuna, sum eg havi skapað, burtur av jørðini, bæði menn og fenað, skriðkykt og fuglar himinsins, tí meg iðrar at hava skapað tey!»
v8
Men Nóa fann náði í eygum Harrans.
Guð boðar flóð og skipar at byggja ørkina
v9
Hetta er ættarsøga Nóa. Nóa var maður rættlætur og gudrøkin í síni øld. Nóa gekk við Guði.
v10
Og Nóa gat tríggjar synir: Sem, Kam og Jáfet.
v11
Men jørðin var spilt í eygum Harrans; og jørðin fyltist av yvirgangsverkum.
v12
Guð leit at jørðini og sí, hon var vorðin spilt, tí at alt hold hevði spilt leið sína á fold.
v13
Tá mælti Guð við Nóa: «Eg havi rátt av at gera enda á øllum holdi, tí av teirra ávum er jørðin full av yvirgangsverkum; nú vil eg oyða tey burtur av jørðini!
v14
Men ger tú tær ørk av goferviði; og tú skalt gera herbergi í ørkini og bræða hana bæði innan og uttan við biki.
v15
Og tú skalt gera ørkina soleiðis: Trý hundrað alnir skal hon vera long, fimmti alnir breið og tríati alnir høg.
v16
Og takið skalt tú leggja á ørkina, so at tað røkkur eina alin útum frá í erva; og á síðu hennara skalt tú seta hurð og leggja trý loft í ørkina: eitt niðasta, eitt miðloft og eitt ovasta loft.
v17
Sí, eg lati nú vatnflóðina koma yvir jørðina til at avoyða alt hold við lívsanda í undir himninum; alt, sum á jørðini er, skal týna lívið!
v18
Men við teg vil eg gera sáttmála mín: tú skalt fara inn í ørkina, tú og synir tínir og kona tín og sonakonur tínar við tær.
v19
Av øllum djórum, av øllum holdi, skalt tú taka eitt par av hvørjum kyni inn í ørkina til at verða á lívi saman við tær; tey skulu vera kalldjór og kvenndjór,
v20
av fuglunum eftir sínum kyni, av fenaðinum eftir sínum kyni og av øllum skriðkykti jarðar eftir sínum kyni; av øllum skal eitt par koma til tín til tess at verða á lívi.
v21
Og tú skalt taka av alskyns etandi mati og savna tað til tín, so at tað kann verða tær og teimum til føðslu.»
v22
Nóa so gjørdi; hann bar seg at í øllum lutum eins og Guð hevði boðið honum.
|