|
Jesaja, kapittul 12
Lovsongur hinna frelstu Ísraelsmanna
v1
Á tí degi skalt tú siga: «Eg lovi tær, Harri; tí at tú reiddist inn á meg, men vreiði tín hvarv, og tú uggaði meg.
v2
Sí, Guð er frelsa mín, eg eri ekkaleysur og óttist ikki, tí at Harrin er máttur og lovsongur mín, og hann varð mær frelsa.»
v3
Av frelsunnar keldu skulu tit oysa vatn við gleði.
v4
Og tann dagin skulu tit siga: «Takkið Harranum, ákallið navn hans, kunngerið gerningar hans fólkanna millum, sigið frá, at navn hans er hátt.
v5
Lovsyngið Harranum, tí at hann hevur dýrdarverk gjørt; hetta skal verða kunnigt um alla jørðina.
v6
Lat fagnaðarróp ljóða og syng av gleði, tú, sum býrt á Zion; tí at hin heilagi í Ísrael er stórur hjá tær.»
|