|
Jesaja, kapittul 39
Bábylónisk sendiferð (smbr. 2 Kong 20,12-19)
v1
Um tað mundið sendi Merodak Báladan Báladansson, kongur í Bábel, bræv og gávu til Hizkia, tí at hann hevði hoyrt, at hann hevði verið sjúkur, men var vorðin heilur aftur.
v2
Hizkia fagnaði teimum væl og sýndi teimum alla fægoymslu sína, silvurið og gullið, roykilsisurtirnar og ta fínu oljuna, vápnabúr sítt og alt, sum fanst í fægoymslum hans. Eingin lutur var í húsi Hizkia og í øllum kongaríki hans, sum hann ikki sýndi teimum.
v3
Tá kom Jesaja profetur til Hizkia kongs og mælti við hann: «Hvat søgdu hesir menn, og hvaðan komu teir til tín?» Hizkia svaraði: «Úr fjarløgdum landi komu teir, úr Bábel.»
v4
Tá spurdi hann: «Hvat fingu teir at síggja í húsi tínum?» Hizkia svaraði: «Alt, sum í húsi mínum er, hava teir sæð, eingin lutur er í fægoymslum mínum, sum eg ikki havi sýnt teimum.»
v5
Tá mælti Jesaja við Hizkia: «Hoyr orð Harra herliðanna:
v6
Sí, teir dagar koma, tá ið alt tað, sum er í húsi tínum, og sum fedrar tínir hava drigið saman alt fram at hesum degi, verður flutt til Bábel; einki skal verða eftir, sigur Harrin.
v7
Og nakrir av monnum tínum, sum koma av tær, og sum tú hevur gitið, skulu tiknir verða og gjørdir at hirðmonnum í kongshøllini í Bábel!»
v8
Men Hizkia segði við Jesaja: «Gott man orðið frá Harranum vera.» Tí at hann hugsaði: «So verður tó friður og trygd, so leingi sum eg livi.»
|