|
Jesaja, kapittul 23
Fall Fønikiuborga
v1
Spádómur um Týrus. Venið, tit Tarsisskip, tí at oydd er borg tykkara. Teir frættu tað á vegnum frá Kýpurlandi.
v2
Kvirrir gjørdust tá Zidons keypmenn, ið búgva við havið og farmenn høvdu í sigling,
v3
sum fluttu yvir havið kornið frá Sjihors fløtum og drógu til sín allan eyð tjóðanna.
v4
Skomm fái teg nú Zidon, tí at havið sigur: «Eg havi ikki havt barnverkir og ikki føtt og havi ikki alt upp unglingar og ikki fostrað moyggjar.»
v5
Tá ið hetta frættist í Egyptalandi, munnu menn skelva við fegnina um Týrus.
v6
Farið yvir til Tarsis og venið tykkum, tit oyggjarskeggjar!
v7
Er hetta hin gleimmikla borg tykkara, sum hevur sín uppruna í fyrndini og fetað hevur langar leiðir til tess at taka upp bústað á fjarløgdum støðum?
v8
Hvør hevur lagt upp hesi ráð móti Týrus hini krýndu, har sum keypmenninir vóru høvdingar og sølumenninir mætastu menn á fold?
v9
Tað hevur Harri herliðanna gjørt til tess at lítilsvirða tað, sum er hástórt, og vanvirða alt stórlæti, allar tignarmenn á jørð.
v10
Grátið, tit Tarsisskip, tí at eingin havn er til meira.
v11
Hann rætti út hond sína yvir havið og skakaði kongaríki; Harrin beyð at bróta niður varnarvirki Kánáans.
v12
Hann segði: «Ongantíð skalt tú fegnast aftur, Zidons dóttir, tú neyðtikna moyggj; statt upp og far tær yvir til Kýpurlands; heldur ikki har skalt tú finna hvíld,»
v13
tí at eisini vígtorn teirra hevur hann brotið niður og lagt hallir teirra í toftir.
v14
Venið, tit Tarsisskip, tí at sorlað er varnarvirki tykkara.
v15
Tá ið tann tíð kemur, skal Týrus vera gloymd í sjeyti ár, samsvarandi eini kongsævi, men eftir lidnum sjeyti árum skal tað gangast Týrus, eins og tað stendur í táttinum um skøkjuna:
v16
«Tak sittaran, gakk um í borgini, tú gloymda skøkja, slá fagurliga streingin og syng hátt, so at teir aftur minnast tín.»
v17
Eftir lidnum sjeyti árum man Harrin aftur vitja Týrus; hon skal aftur fáa skøkjuløn og horast við øllum heimsins kongaríkjum, ið eru um alla jørðina.
v18
Men vinningur hennara og skøkjuløn skal verða Harranum halgað; tað skal ikki verða goymt og ikki hópað saman; nei, tey, sum búgva fyri ásjón Harrans, munnu fáa vinning hennara til føðslu at metta seg við og til skreytklædna.
|