|
Jesaja, kapittul 8
Spádómur um fall Dámaskusar og Sámáriu
v1
Og Harrin segði við meg: «Tak tær stóra talvu og rita á hana við mannaskrift: Skjótur-herfongur, Brádlig bráð.
v2
Og tak mær álítandi vitni, prestin Uria og Zekarja Jeberekjahuson.»
v3
Síðan nærkaðist eg profetkonuni, og hon varð við barn og føddi son; tá segði Harrin við meg: «Lat hann eita: Skjótur-herfongur, Brádlig-bráð!
v4
Tí at áður enn sveinurin dugir at siga: «Faðir mín» ella «móðir mín», skulu eyður Dámaskusar og herfongur Sámáriu verða fluttir Assýriu kongi.»
Siloa vatn og Eufrat á
v5
Og Harrin talaði aftur til mín og segði:
v6
«Av tí at hetta fólk hevur havnað hinum stillisligu Siloa vøtnum og fagnað Rezini og Remaljasyni,
v7
sí – tí skal Harrin loypa hinum miklu, stríðu vøtnum Áarinnar yvir tey, Assýriu kong og alt úrvalslið hans; upp um allar veitir skulu tey renna, fløða yvir allar bakkar,
v8
skola inn yvir Júdaland, fossa fram, til tað tekur manni undir høku, og breiða veingir sínar út yvir alt land títt. Við okkum er Guð!
v9
Gevið gætur, tit tjóðir, og nøtrið! Øll tit í fjarløgdum londum, lýðið á: Herklæðist, ræðsla kemur tó á tykkum; herklæðist, ræðsla kemur tó á tykkum.
v10
Leggið saman ráð, tey skulu kortini verða av ongum; gerið ætlanir, tær skulu kortini bresta. Tí at við okkum er Guð!»
v11
Tí at so segði Harrin við meg, tá ið hann treiv fast í meg og varaði meg við at ganga ta leið, sum hetta fólk gongur:
v12
«Kallið ikki heilagt alt tað, sum hetta fólk kallar heilagt. Tit skulu ikki óttast fyri tí, sum tað óttast fyri, og ikki ræðast tað.
v13
Harri herliðanna, hann skal vera tykkum heilagur, hann skal vera ótti tykkara, hann skal vera ræðsla tykkara.
v14
Og hann skal vera halgidómur og snávingarsteinur, ein klettur at renna seg ímóti hjá báðum húsum Ísraels, og íbúgvum Jerúsalems snerra og hjálmi.
v15
Og mangir av teimum skulu snáva, falla og meiðsla seg, koma fastir í hjálman og verða tiknir.
v16
Nú er at binda saman vitnisburðin og innsigla leiðbeiningina í hjørtum lærusveina mína.»
v17
Síðan skal eg bíða eftir Harranum, ið hevur fjalt andlit sítt fyri Jákups húsi, og troysta á hann.
v18
Sí, eg og tey børn, sum Harrin hevur givið mær, vit eru tekin og fyriburðir frá Harra herliðanna, sum býr á Zions fjalli.
v19
Og tá ið tey siga við tykkum: «Leitið tit ráð hjá dreygunum og deydningaandunum, hjá teimum, ið teska og mutla.» Tá skulu tit svara: «Menn eiga jú at leita sær ráð hjá gudum sínum; skal ein leita ráð hjá teim deyðu fyri tey livandi?»
v20
Nei, søkið leiðbeiningina og vitnisburðin! Soleiðis skal hann, sum er uttan morgunroða, siga.
v21
Hann skal reika um landið, maktaður og hungurstungin; og nívdur av svongdini skal øði koma í hann, so at hann biður ilt yvir bæði kong og Guð sín. Og horvir hann móti himni,
v22
ella hann lítur út yvir jørðina, sær hann neyð og myrkur, ræðsluniðu; í bølamyrkur er hann útrikin.
|