|
Jesaja, kapittul 32
Messiastíðin
v1
Tá ið kongurin valdar við rættlæti, og høvdingarnir stjórna við rætti,
v2
tá verður hvør teirra sum lívd móti stormi og skjól móti regni, sum vatnsløkir í oyðimørk og skuggi av høgum hamri í vatnleysum landi.
v3
Tá skulu eygu hinna síggjandi ikki lokast aftur, og oyru hinna hoyrandi skulu lurta.
v4
Hjarta teirra gáloysnu skal nema vitsku og stamandi tunga tala orðaraðið og týðuliga.
v5
Tá skal dárin ikki verða kallaður menskur maður, og skálkurin ikki verða taldur hugprúður.
v6
Tí at einans dárskap talar dárin, og hjarta hansara upphugsar órætt til tess at fremja gudloysi og við orðum sínum villa fólk burtur frá Harranum; hann letur hin svanga doyggja í hungri og sýtir hinum tysta vatn.
v7
Skálkurin nýtir illgerðarvápn og er vándur í ráðum til tess at bana neyðarmanni við lygitalu, og tað hóast fátækur prógvar sín rætt.
v8
Men menskur maður er menskur í ráðum og stendur fast við tað, sum mansligt er.
Revsing fyri siðloysi og játtan um endurreising
v9
Upp, tit ekkaleysu konur, hoyrið talu mína, tit sorgleysu døtur, gevið orðum mínum ljóð!
v10
Eftir ár og dagar skulu tit, hinar ekkaleysu, nøtra, tí at vínberjainnheystingin svitast, og aldinskurður verður eingin.
v11
Ja, nøtrið, tit ekkaleysu, skelvið, tit sorgleysu, latið tykkum naknar og bindið spjarrar um lendar.
v12
Sláið tykkum fyri bringu og syrgið hin yndisliga bø og gróðursama vínvið,
v13
yvir fedranna jørð, avtakin við tornum og tistlum, ja, yvir øll gleðinnar hús í hini gleimmiklu borg.
v14
Tí at hallirnar smildrast, og hávin í borgini tagnar, Ófel og varðtornið verða helli, um aldur og ævir villasnum til fragdar og fylgjum til beitis –
v15
til útheltur verður yvir okkum andi frá tí høga. Tá verður oyðimørk at aldingarði og aldingarður í metum eins og summarskógur;
v16
í oyðimørkini skal rættvísi búgva og rættlæti dvølja í aldingarðinum;
v17
friður verður rættvísinnar verk og rættlætisins ávøkstur ró og trygd um ævir.
v18
Tá býr fólk mítt á friðarins fløtum í sorgleysum heimum og tryggum bústøðum.
v19
– Skógurin má lúta, og borgin verður slættað við jørðina –.
v20
Sæl eru tit, ið allar staðir sáa við vøtn og lata oksar og asnar ganga leysar og reika um.
|