Aftur til forsíðuna
Jesaja, kapittul 31
Máttloysi Egyptalands
v1 Vei teimum, ið fara suður til Egyptalands eftir hjálp, sum líta á vagnar, av tí at teir eru nógvir, og troysta á reiðmenn, tí at teir eru fjølmentir, men ikki fregnast eftir hinum heilaga í Ísrael og ikki søkja Harran! v2 Men eisini hann er vísur, letur ógævuna koma og tekur ikki orð síni aftur; hann rísur upp ímóti ættarkyni illgerðarmanna og móti hjálparliði teirra, sum fremja órætt. v3 Egyptar eru menn og ikki Guð, hestar teirra eru hold og ikki andi; tá ið Harrin rættir út hond sína, snávar hjálparin og tann, sum hjálpina hevur fingið, fellur, og allir farast teir hvør við øðrum.
Frelsa Jerúsalems og fall Assurs
v4 Tí at soleiðis segði Harrin við meg: Eins og kvennljón ella ungljón grenja yvir bráð síni og ikki óttast rópini av hirðum, ið flokkast ímóti teimum, og ikki verða skelkað av háva teirra, soleiðis skal Harrin stíga oman í bardaga uppi á Zions fjalli og hálandinum har. v5 Eins og fuglur við útbreiddum veingjum, soleiðis skal Harri herliðanna vera varnarskjól fyri Jerúsalem; hann skal verja og frelsa, eira og bjarga. v6 Snúgvið aftur til hansara tit Ísraels menn, sum so djúpt eru falnir, v7 tí at á tí degi skal maður havna silvurgudum og gullgudum sínum, ið hendur tykkara hava gjørt til at synda við. v8 Assur skal falla fyri svørði, men ikki mannasvørði; svørð skal verða honum at bana, men ikki mannasvørð; hann skal flýggja undan svørðseggjum, og unglingar hansara verða starvskyldigir. v9 Fjall hansara flytur seg av ræðslu, høvdingar hansara rýma piprandi frá merkinum, sigur Harrin, hvørs bál er kveikt á Zion, og hvørs ovnur stendur í Jerúsalem.