Aftur til forsíðuna
Jesaja, kapittul 22
Bótarleysa synd Jerúsalem
v1 Spádómur: Sjónanna dalur. Hvat hevur borist tær á, at alt títt fólk er uppi á tekjum, v2 tú hámikla borg, so full av háva, tú heimstaður kætisins? Tínir vignu fullu jú ikki fyri svørði, vórðu ikki feldir í orrustu! v3 Allir tínir høvdingar rýmdu og flýddu burtur, allar tínar hetjur, vápnaðar við boga, vórðu tiknar. v4 Tessvegna sigi eg: Hyggið av mær og latið meg í friði gráta sáran. Gerið mær ikki ónáðir við at ugga meg, tí at fólk mítt er lagt í oyði. v5 Tí at Harrin, drottin herliðanna, læt í Sjónanna dali dag renna upp við háva og miklari troðkan og traðkan; borgargarðar brotnaðu, óljóðið barst til fjalla. v6 Elam fekk sær ørvahúsan, Áram tokaði fram á hestum, Kir fekk sær skildirnar. v7 Tínir fagrastu dalar fyltust av vagnum og hestum; ja, tætt við borgarliðið teir fylktust. v8 Og hann tók vørnina frá Júda. Á tí degi hugdu tit eftir vápnunum í skógarhúsinum. v9 Og tit sóu, at sprungurnar í Dávidsborgini vóru mangar; tit savnaðu vatnið úr niðaru tjørn, v10 taldu húsini í Jerúsalem og brutu hús niður til tess at bøta um borgargarðin; v11 og millum báðar múrarnar gróvu tit gryvju fyri vatni úr gomlu tjørn. Men honum, ið hetta veldur, góvu tit ikki gætur, litu ikki til hansara, sum frammanundan hetta hevði skipað. v12 Á tí degi stevndi Harrin, drottin herliðanna, monnum til at gráta og syrgja, til at raka hárið og gyrða seg spjørrum. v13 Men sí, her er gleði og gleimur, neyt verða slátrað, og seyður verður svævdur, kjøt etið og vín drukkið: «Latum okkum eta og drekka, tí at í morgin skulu vit doyggja.» v14 Men opinbering Harra herliðanna ljóðar í oyrum mínum: «Henda synd skal á ongum sinni verða tykkum fyrigivin alt til deyðadags.»
Sjebna og Eljakim
v15 So segði Harrin, drottin herliðanna: «Far og sig við henda drottseta, Sjebna, hallarstjóra, sum fæst við at høgga sær grøv á høgum staði og holar sær leggstað í klettinum: v16 Hvat hevur tú her at gera, og hvønn hevur tú her, at tú høggur tær grøv her? v17 Sí, Harrin tveitir teg langt burtur, hann vindur teg saman, tú hástóri, v18 hann ballar teg sum knýti og varpar teg langt út á víðan vang; har skalt tú doyggja, har ið tínir dýrmætu vagnar koma, tú sum ert húsi harra tíns ein vanvirðing. v19 Eg koyri teg frá tínum starvi og taki títt embæti frá tær.» v20 Og á tí degi kalli eg á tænara mín Eljakim Hilkiason v21 og lati hann í kyrtil tín, gyrði hann belti tínum og fái honum vald títt upp í hendur; hann skal verða faðir fyri íbúgvar Jerúsalems og Júdahús. v22 Og lykilin til hús Dávids leggi eg á herðar hans; tá ið hann letur upp, skal eingin læsa, og tá ið hann læsir, skal eingin lata upp. v23 Eg festi hann sum nagla á haldgóðum staði; og hann skal vera faðirs síns húsi vegligt hásæti. v24 Og tá ið øll tyngdin av faðirhúsi hans heingir seg á hann, tyngdin av gróðurangum og vøkstrum, øllum smákerum, bæði skálum og døllum, v25 tá skal á tí degi, sigur Harri herliðanna, naglin, sum ísligin var á haldgóðum staði, dragna, verða úrslitin og detta niður, og tað, sum á honum hekk, fara sundur; tí at Harrin hevur talað.