|
Jesaja, kapittul 41
Sigrar Kýrosar eru gáva frá Guði
v1
Lýðið á meg í kvirru, tit oyggjaskeggjar; bíðið, tit tjóðir, eftir mínum dómi; komið og flytið tykkara mál; saman vit skulu ganga fyri rættin.
v2
Hvør vakti upp úr eystri mannin hin sigursæla, læt tjóðir fyri honum lúta og kongar falla honum til kníggja, so at hann syndrar svørð teirra sum sandskorn og boga teirra sum fúkandi fon,
v3
eltir teir og heldur óskalaður fram á vegi, har fótur hans ongantíð áður hevur stigið?
v4
Hvør hevur gjørt og virkað hetta? Hann, sum frá fyrndini kallar ættarliðini fram, eg, Harrin, hin fyrsti, og hjá hinum síðsta enn hin sami.
v5
Oyggjatjóðirnar sóu tað við ótta, ræðsla kom á ta víðu jørð; tey tyrptust og komu;
v6
hvør hjálpir øðrum og sigur við felaga sín: «Ver hugreystur!»
v7
Træsmiðurin dirvir gullsmiðin og koparsmiðurin jarnsmiðin; hann sigur: «Loddingin er góð.» Síðan festir hann gudamyndina við nøglum, so at hon ikki vikast.
Troystartala til Ísrael
v8
Men tú, Ísrael, tænari mín, Jákup, sum eg havi útvalt, tú, sum komin ert av Ábrahami, vini mínum,
v9
og sum eg havi tikið frá endamarkum jarðar og kallað frá ytstu væðing hennara og sagt við teg: «Tú ert tænari mín, eg havi útvalt teg og ikki sagt teg burtur,»
v10
óttast ikki, tí at eg eri við tær, lat ikki hugin bila tær, tí at eg eri Guð tín, eg styrki teg við høgru hond rættlætis míns, eg hjálpi tær og styði teg.
v11
Sí, til skammar og skemdar verða allir, ið eru tær grammir, til einkis og oyddir verða teir, ið hava trætumál við teg.
v12
Hóast tú leitar eftir teimum, ið stríddust ímóti tær, skalt tú ikki finna teir, hvørva og verða til einkis skulu teir, ið herja á teg;
v13
tí at eg, Harrin Guð tín, haldi teg í høgru hondina og sigi við teg: Óttast ikki, eg hjálpi tær.
v14
Óttast ikki Jákup, tín ormur, og Ísrael, tín maðkur, eg hjálpti tær, sigur Harrin; loysnari tín er Ísraels heilagi.
v15
Sí, eg geri teg at treskisleðu, nýggj og alsett við tindum; tú skalt treskja fjøll í sor og sundra heyggjar sum sáðir.
v16
Tú skalt foykja tey burtur, og vindur og stormur taka og spjaða tey víðan. Men tú skalt fegnast í Harranum og rósa tær av hinum heilaga í Ísrael.
v17
Hini eymu og fátæku leita eftir vatni og finna einki, tunga teirra brennur av tosta; men eg vil bønhoyra tey, Ísraels Guð vil ikki siga tey burtur.
v18
Á gróðurleysum heyggjum lati eg løkir spretta og vatnslindir í miðjum dølum; oyðimørkina geri eg at tjørnum og turrlendi at vatnræsum.
v19
Í oyðimørkini lati eg grógva sedristrø, ákásiutrø, myrtutrø og oljutrø og seti niður í reyninum syprisvið, alm og granntrø,
v20
so at tey síggja og vita av og geva tí geym og skyna á, at tað er hond Harrans, ið hevur gjørt hetta, at hin heilagi í Ísrael hevur skapað tað.
Harrin hevur fyrijáttað sigrar Kýrosar
v21
Leggið nú fram málevni tykkara, sigur Harrin, og komið við sannan tykkara, sigur Jákups kongur.
v22
Komi teir nú og kunngeri okkum tað, sum henda skal; sigi teir okkum frá tí, sum teir áður hava spáað, at vit megu hugleiða tað og síggja, hvussu tað hevur sannast; ella boði teir okkum frá tí, sum koma skal.
v23
Gerið kunnugt tað, sum eftir hetta fer at henda, so at vit mega síggja, at tit eru gudar; gerið tó okkurt, annaðhvørt ilt ella gott, so at vit fáa roynt okkum hvør við annan, og sjón verður fyri søgn.
v24
Sí, tit eru einki, og verk tykkara fáfongd, andstyggiligur hvør ein, ið tykkum kjósar.
v25
Eg vakti hann upp úr norðuri, kallaði á hann og læt hann koma frá sólarrisi; hann treður á høvdingar eins og móru, eins og leirkerasmiðurin traðkar leirið.
v26
Hvør hevur kunngjørt hetta fyrst, so at vit vita tað, ella frammanundan, so at vit kundu siga: «Hann hevði rætt!» Nei, eingin hevur kunngjørt tað, eingin boðað frá tí, eingin hoyrt tykkum mæla orðum um tað.
v27
Eg eri hin fyrsti, sum havi kunngjørt tað fyri Zion og borið Jerúsalem gleðitíðindi.
v28
Eg líti meg um, men har er eingin, eingin teirra, sum veit nøkur ráð og kann svara spurningi mínum.
v29
Sí, teir eru allir svik, og verk teirra fáfongd; vindur og tómleiki eru gudamyndir teirra.
|