Aftur til forsíðuna
Jesaja, kapittul 38
Hizkia sjúkur og grøddur. Takkarljóð (smbr. 2 Kong 20,1-11)
v1 Um hetta mundið legðist Hizkia deyðasjúkur, Tá kom Jesaja Ámozson profetur til hansara og segði við hann: «So hevur Harrin sagt: Skipa nú fyri húsi tínum, tí at tú fert at doyggja og ikki liva longur.» v2 Tá snúði hann andliti sínum móti bróstinum og bað soleiðis til Harrans: v3 «Á, Harri, minst til, hvussu eg havi gingið fyri ásjón tíni í trúfesti og av heilum huga og gjørt tað, sum gott var í tínum eygum!» Og Hizkia græt sáran. v4 Tá kom orð Harrans til Jesaja soljóðandi: v5 «Far og sig við Hizkia: So sigur Harrin, Guð Dávids forfaðirs tíns: Eg havi hoyrt bøn tína og sæð tár tíni; sí, eg vil leggja fimtan ár aftur at aldri tínum; v6 og eg skal frelsa teg og hesa borg undan valdi Assýriu kongs; og eg skal vera verndin hjá hesi borg. v7 Og hetta skalt tú hava til merkis av Harranum, at Harrin man fremja tað, sum hann hevur heitt: v8 Sí, eg vil føra stigskuggan, sum á sóluri Ákazar hevur dalað við sólini, tíggju stig aftur. Og soleiðis førdist sólin tey tíggju stigini aftur, sum hon hevði dalað á sólurinum.» v9 Sálmur eftir Hizkia Júdakong, tá ið hann hevði verið sjúkur, men var vorðin heilur aftur av sjúkuni: v10 Eg segði: Á hádegi lívs míns eg ljóti at ganga inn um heljarlið, verða rændur tí, sum eftir er av ævi míni. v11 Eg segði: Eg fái ikki at síggja Harran aftur í landi hinna livandi, síggi í tagnarheiminum ongar menn meira. v12 Bústaður mín er niðurrivin, førdur frá mær eins og tjald hirðans. Eins og vevari vindur tú lív mítt upp, sker tað frá avsetunum; áður enn nátt fylgir degi, letur tú meg doyggja. v13 Alt til morguns eg rópi um hjálp; eins og ljónið tú mylur sundur øll bein í mær; áður enn nátt fylgir degi, letur tú meg doyggja. v14 Eg eymki meg sum svala, sum kurrandi dúgva, líti við tárum upp móti himni: Harri, eg eri í neyðum, gakk í ábyrgd fyri meg. v15 Hvat skal eg siga? Hann hevur sagt mær tað og sjálvur framt tað. Í eyðmýkt vil eg ganga alla ævi mína vegna sálarkvøl mína. v16 Harri, tað skal verða boðað fyri øllum komandi ættum. Lívga anda mín, grøð meg og ger meg heilan. v17 Sí, beiskleikin varð mær at friði. Og tú bjargaði sál míni frá grøv oyðingarinnar. Tí at tú varpaði øllum syndum mínum aftur um bak. v18 Tí at helheimur takkar tær ikki, deyðin lovar tær ikki; teir, sum í grøvina eru farnir, vóna ikki á trúfesti tína. v19 Men hann, ið livir, hann, ið livir, lovar tær eins og eg í dag, fedrar kunngera børnum sínum trúfesti tína. v20 Harri, frels oss; tá munnu vit sláa hørpuna allar ævidagar várar í húsi Harrans.
v21 Og Jesaja beyð at taka fikudeiggj og leggja á kýlið, og tá batnaði hann. v22 Men Hizkia segði: «Hvat skal eg hava sum tekin um, at eg má aftur ganga niðan í hús Harrans?»