|
Jesaja, kapittul 56
Áminning um at halda lógina; fyrijáttan til fremmandar og geldingar í Ísrael
v1
So sigur Harrin: Varðveitið rættin og gerið tað, sum rætt er, tí at frelsa mín er í nánd, og brátt birtist rættlæti mítt.
v2
Sælur tann maður, ið ger soleiðis, tað mansbarn, ið heldur fast við hetta: varnast at vanhalga hvíludagin og varðar hond sína frá øllum illum.
v3
Ikki sigi hin fremmandi, sum bundið hevur trúskap við Harran: «Vissuliga man Harrin koyra meg burtur úr fólki sínum;» og heldur ikki sigi geldingurin: «Eg eri følnað træ.»
v4
Tí at so sigur Harrin: Geldingum, ið halda hvíludagar mínar og velja tað, sum er vilji mín, og halda fast við sáttmála mín,
v5
teimum vil eg geva í húsi mínum og á múrum mínum minnisvarða og navn, sum er betri enn synir og døtur, ja, ævigt navn, sum ikki kann verða útstrikað.
v6
Og fremmandar, ið bundið hava trúskap við Harran til tess at tæna honum og elska navn hans, til tess at verða tænarar hans, øll, ið varnast at vanhalga hvíludagin og halda fast við sáttmála mín,
v7
lati eg koma á mítt heilaga fjall og gleði tey í mínum bønhúsi; brennioffur og sláturoffur teirra skulu toknast mær á altari mínum; tí at hús mítt skal verða kallað bønhús fyri allar tjóðir.
v8
So sigur Harrin, drottin: Tá ið eg savni hini burturriknu av Ísrael, savni eg eisini onnur umframt tey.
Dómur yvir stjórnaróskil
v9
Øll tit villdjór, komið higar og etið, øll tit djór á skógum.
v10
Blindir eru allir varðmenn mínir, fata einki; allir eru teir dumbir hundar, ið ikki duga at goyggja; teir liggja og droyma og elska at durva.
v11
Teir eru gloypnir hundar, duga ikki magamál. Og tílíkir vilja vera hirðar! Teir duga ongum á at skyna! Allir ganga teir sínar leiðir, hvør søkir sítt egna:
v12
«Komið, eg skal fara eftir víni, nú skulu vit hava vínløg at drekka, sum í dag skal tað verða í morgin, ovurmikil gleimur!»
|