|
Jesaja, kapittul 57
Deyði hinna rættvísu
v1
Hini rættlátu fórust, og eingin gav tí gætur; gudrøknir menn vórðu fyribeindir, og eingin hugsaði um tað.
v2
Hini rættlátu, sum bundið høvdu frið, vórðu fyribeind av vándskunnar ávum, tey sum rætta leið høvdu gingið, hvíla nú í leggstøðum sínum.
Dómur yvir hjágudadýrkarar
v3
Men komið tit higar, tit flagdkonuungar, tit avkom undan horkøllum og skøkjum!
v4
Hvønn halda tit fyri gjøldur, eftir hvørjum gálva tit og rætta tit tunguna út? Eru tit ikki børn syndarinnar og avkom lygnarinnar?
v5
tit, sum brunnu í girndarhuga undir eikitrøum, undir hvørjum grønum træi, tit, sum slátraðu børn niðri í dølum og djúpt niðri í gjáum!
v6
Dalanna brýndu steinar eru faðirleivd og lutur tín; eisini teimum úthelti tú drykkjuoffur og brendi grónoffur – eigi eg at torga slíkt?
v7
Á hvørjum háreistum fjalli reiddi tú legu tína, eisini har uppi frambart tú sláturoffur.
v8
Aftan fyri hurð og durastav setti tú títt minningartekin, tí at tú havnaði mær, nektaði teg og steigst upp í rekkju tína, sum tú hevði gjørt breiða, tú keypti av teimum samlegualskhug og sást teirra nakni.
v9
Fyri Moloki salvaði tú teg við olju og nógvum smyrsli, og tú sendi ørindrekar langar leiðir, ja, alt oman í helheim fórt tú.
v10
Tú vart móð av tíni longu leið, men gavst ikki kortini; støðugt fekst tú nýggja megi og legðist ikki fyri.
v11
Hvønn mundi tú ræðast og óttast, at tú soleiðis hevur slitið trúnað? Mín mintist tú ikki og gavst mær ongar gætur; men eg eri jú dumbur og blindur, hví skuldi tú óttast meg?
v12
Men nú skal eg kunngera tær, hvussu tað er vorðið við rættlæti og verkum tínum; tey skulu tær einki bata,
v13
og gudar tínir ikki frelsa teg, tá ið tú rópar um hjálp. Stormurin sópar teir allar burtur, hvirlur fara við teimum. Men tey, sum leita sær skjól hjá mær, skulu arva landið og fáa mítt heilaga fjall til ognar.
Hinir eyðmjúku verða frelstir
v14
Og tað skal ljóða: «Byggið upp, byggið upp gøtu, javnið vegin, ryðið bágsteinar av vegnum fyri fólki mínum.»
v15
Tí at so sigur hin hátt hevjaði, sum valdið hevur um ævir og eitur hin heilagi: Eg búgvi á høgum, heilagum staði, hjá hinum sundurbrotna, hvørs hugur er niðurnívdur, til tess at lívga hug hinna niðurnívdu og hjarta hinna sundurbrotnu.
v16
Tí at eg seti ikki ævinliga at og reiðist ikki um allar ævir, annars mundi andin ørmaktast fyri mær, tær sálir, sum eg sjálvur havi skapað.
v17
Vegna misgerð hansara reiddist eg um bil og sló hann og fjaldi í vreiði mítt andlit; hann gekk í fráfalli sínar egnu leiðir.
v18
Eg sá vegir hans; men nú vil eg grøða og leiða hann og endurgjalda honum við miskunn;
v19
hjá øllum, ið syrgja, skapi eg varranna ávøkst; frið, ja, miklan frið eg veiti bæði teimum í nánd og teimum í fjarlegd, sigur Harrin; nú vil eg grøða hann.
v20
Men hini gudleysu eru eins og havið í ódn, sum aldri verður kvirt, og hvørs aldur skola upp eyr og runu.
v21
Hini gudleysu hava ongan frið, sigur Guð mín.
|