|
Jesaja, kapittul 63
Hevndardagur
v1
Hvør er hasin, ið kemur úr Edóm í fagurreyðum klæðum úr Bozra, hasin, ið kemur so brettin í sínum skrúði og sínum mikla mátti? «Tað eri eg, eg sum tali rætt og máttugur eri til at frelsa.»
v2
Men hví er tá skikkja tín reyð og klæði tíni eins og hans, ið vínfargið treður?
v3
«Einsamallur eg vínfargið tróð, av tjóðunum eingin var við mær; eg tróð teir í míni vreiði, traðkaði teir í míni bræði; tá spríkti blóð teirra upp á skikkju mína, tá vórðu øll klæði míni dálkað.
v4
Tí at hevndardagurin var mær í huga, komið var loysnarár mítt.
v5
Eg leit meg um, men eingin kom mær til hjálpar, bilsin eg stóð, men eingin mær dugnaði hond; tá hjálpti mær armur mín, og bræði mín dugnaði mær hond.
v6
Í vreiði míni eg tjóðirnar sundurtróð, morlaði tær í míni bræði og læt blóð teirra renna á jørðina.»
Iðrunarbøn fólksins
v7
Eg vil siga frá miskunnsemi Harrans og hálova honum fyri alt tað, sum hann hevur gjørt ímóti okkum, ríkur av góðsku móti Ísraels húsi, ja alt, sum hann hevur gjørt ímóti okkum av síni miklu miskunn og náði.
v8
Hann segði: «Tey eru jú fólk mítt, børn, sum ikki svíkja.» Og frelsari varð hann teimum hvørja ferð, tey vóru í neyð,
v9
ikki ørindreki, ikki eingil, men ásjón hansara frelsti tey; av kærleika og várkunn síni hann endurloysti tey; hann tók tey upp og bar tey allar fortíðardagar teirra.
v10
Men tey gjørdust tvørlynd og rygdu hans heilaga anda; tá varð hann fíggindi teirra og bardist við teir.
v11
Tá mintust fólk hans á fortíðardagar, á Móses: «Hvar er hann, ið dró upp úr vatninum hirðan hjá fæflokki sínum? Hvar er hann, sum í barm honum legði sín heilaga anda,
v12
læt sín dýrmæta arm vera Mósesi til høgru handar, skildi sundur vøtnini fyri teimum og vann sær ævigt navn,
v13
læt tey ganga gjøgnum djúpið eins og hestur um oyðimørk?
v14
Eins og fenaður á ferð oman í dalin, soleiðis leiddi andi Harrans tey til hvíldar; eingin teirra snávaði, soleiðis leiddi tú fólk títt og vann tær dýrdarmikið navn.»
v15
Skoða av himni niður, lít niður frá tínum heilaga, dýrmæta bústaði! Hvar er nú vandlæti títt og veldi, títt milda hjartalag og tín miskunn? Halt teg ikki burtur,
v16
tú, sum ert faðir okkara; tí at Ábraham veit ikki um okkum, Ísrael kennist ikki við okkum; men tú, Harri, ert faðir okkara, «Loysnari vár» er úr ævum navn títt.
v17
Hví villir tú okkum, Harri, av vegum tínum og herðir hjarta várt, so at tað ikki óttast teg? Kom aftur vegna tænara tína, vegna ættargrein arvaluts tíns!
v18
Hví hava gudleysir troðið halgistað tín, fíggindar várir niðurtraðkað títt heilaga hús?
v19
Vit eru vorðnir eins og fólk, sum tú aldri hevur valdað, og sum navn títt ikki er nevnt yvir.
|