|
Jesaja, kapittul 36
Álop Sankeribs á Júda. Rabsjake (smbr. 2 Kong 18,13.17-36)
v1
Á fjúrtanda ríkisári Hizkia kongs hendi tað, at Sankerib Assýriu kongur fór í herferð móti øllum víggirdum borgum í Júda og vann tær.
v2
Tá sendi Assýriu kongur Rabsjake við miklum herliði frá Lákisj til Jerúsalem á fund við Hizkia kong; hann steðgaði á við vatnstokkin úr ovaru tjørn við vegin út á Tóvaravøllin.
v3
Tá gingu teir út til hansara Eljakim Hilkiason hallarstjóri, Sjebna ritari og Jóa Ásafsson frásagnarmeistari.
v4
Og Rabsjake mælti til teirra: «So sigur hin mikli kongur, Assýriu kongur: Hvat er hetta treystið, ið tú lítur á?
v5
Tú manst halda, at ber orð guldu tað sama sum hyggjuráð og styrki í bardaga! Hvør er tað, sum tú troystar á, at tú hevur gjørt uppreist móti mær?
v6
Jú, tú troystar á Egyptaland, henda brákaða sevlegg, ið rennir seg inn í hondina á øllum, ið taka hann og styðja seg á hann. Slíkur er Fárao, Egyptalandskongur, teimum, ið á hann troysta.
v7
Og um tú sigur við meg: Á Harran, Guð váran, troysta vit! er tað tá ikki hann, hvørs offurheyggjar og altar Hizkia hevur avoytt, tá ið hann segði við Júda og Jerúsalem: Her í Jerúsalem, frammi fyri hesum altari skulu tit tilbiðja?
v8
Men kom nú og vedda við harra mín, Assýriu kongin: Eg skal fáa tær tvey túsund ross, um tú hevur nóg mikið av reiðmonnum til teirra.
v9
Hvussu manst tú tá fáa staðist móti hinum minsta av jøllum harra míns? Og tó troystar tú á vagnar og ross Egyptalands!
v10
Men mundi ikki Harrin sjálvur stuðlað mær til at herja á hetta land? Jú, víst segði drottin við meg: Far tú inn í hetta land og oyð tað!»
v11
Tá mæltu Eljakim, Sjebna og Jóa við Rabsjake: «Tala tú við trælir tínar á árameiskum, tí at vit skilja tað; men tala ikki við okkum á Júda tungu, so fólkið, ið gongur uppi á borgargarðinum, hoyrir.»
v12
Men Rabsjake svaraði teimum: «Hevur harri mín sent meg til tín og til harra tíns við hesum orðum? Man tað ikki heldur vera til teir menn, sum eru hjá tykkum uppi á borgargarðinum, og sum verða noyddir at eta sítt egna drit og drekka sítt egna land?»
v13
Síðan gekk Rabsjake fram og rópaði hart á júdeiskum máli og mælti: «Hoyrið tað, ið hin mikli kongur, Assýriu kongur, talar!
v14
So sigur kongurin: Latið ikki Hizkia tøla tykkum, tí at hann er ikki mentur at frelsa tykkum.
v15
Og latið ikki Hizkia fáa tykkum til at troysta á Harran við at siga: Harrin man vissuliga frelsa okkum, á ongum sinni verður henda borg givin upp í hendur Assýriu kongs.
v16
Lurtið ikki eftir Hizkia, tí at so sigur Assýriu kongur: Gerið friðarsáttmála við meg og gevið tykkum undir meg, tá skal hvør tykkara sleppa at eta av sínum víntræi og sínum fikutræi og drekka vatn úr sínum brunni,
v17
til eg komi og flyti tykkum burtur í annað land, ið líkist tykkara, í land við korni og aldinløgi, í land við breyði og víngørðum.
v18
Latið ikki Hizkia tøla tykkum, tá ið hann sigur: Harrin man frelsa okkum. Hevur nakar gudur hjá nakrari tjóð verið førur fyri at frelsa land sítt undan hendi Assýriu kongs?
v19
Hvar eru gudar Hámatsborgar og Arpadsborgar? Hvar eru gudar Sefarváims? Hava teir frelst Sámáriu undan mínum hondum?
v20
Hvør av gudunum í øllum hesum londum hevur nakrantíð frelst land sítt undan mínum valdi? Man tá Harrin vera førur fyri at frelsa Jerúsalem undan mínum hondum?»
v21
Men fólkið tagdi og ønti honum ikki aftur; tí at kongur hevði boðið teimum ikki at svara honum.
|