Aftur til forsíðuna
Jesaja, kapittul 61
Fyrijáttan um frelsu
v1 Andi Harrans, drottins, er yvir mær, tí at hann hevur salvað meg til at bera fátækum gleðiboð, sent meg við heilsubót fyri sundurbrotin hjørtu, til at boða hertiknum og fjøtraðum loysn, v2 til at kunngera náðiár Harrans og hevndardag Guðs várs, til at ugga øll, ið syrgja, v3 geva teimum, ið syrgja í Zion, høvuðskreyt í staðin fyri øsku, fagnaðarolju í staðin fyri sorgarbúna, lovsong í staðin fyri máttleysan anda, rættlætis eikir verða tey nevnd, av Harranum settar niður honum til heiðurs.
Komandi dýrd fólksins
v4 Tey skulu byggja upp aftur elligamlar toftir, endurreisa fyrndarrustir og byggja av nýggjum oyddar borgir, sum lógu í sori ætt eftir ætt. v5 Fremmandir skulu koma og gæta fæflokkar tykkara, útlendingar dyrka bø og víngarðar fyri tykkum. v6 Men sjálvir verða tit kallaðir prestar Harrans og nevndir Guðs várs tænarar; av tjóðanna eyði skulu tit liva og ogna tykkum dýrgripir teirra. v7 Tvífald var teirra skomm, spott og spýtt teirra lutur; tessvegna ljóta tey tvífaldan arv í landinum og fáa æviga gleði. v8 Tí at eg, Harrin, elski rættlæti, men hati rán og órætt; í trúfesti gevi eg teimum løn og geri ævigan sáttmála við tey. v9 Navnfrom skal ætt teirra verða millum tjóða, avkom teirra kunnugt tjóðflokkanna millum; øll, ið síggja tey, kenna tey sum ta tjóð, ið Harrin hevur signað. v10 Stórum eg gleðist í Harranum, um Guð mín fegnast mín sál, tí at hann hevur latið meg í frelsubúna, sveipað meg í rættlætis skikkju, eins og brúðgómur bindur sítt høvuðskreyt, eins og brúður, sum letur seg í skart. v11 Tí at eins og tað sprettur upp úr jørðini, og frækornið nælir í garði, soleiðis skal Harrin, drottin, lata rættlæti spretta og lovsong fyri eygsjón alra tjóða.