Aftur til forsíðuna
Jesaja, kapittul 50
Ógrundað mistreyst Zions
v1 So sigur Harrin: Hvar er tað skilnaðarbræv, sum eg rak móður tykkara burtur við? Ella av hvørjum hevði eg tikið lán, so at eg skuldi selja tykkum til hansara? Sí, fyri misgerðir tykkara vórðu tit seldir, fyri syndir tykkara varð móðir tykkara burturrikin. v2 Hví var tá eingin ástaðis, tá ið eg kom? Hví svaraði eingi, tá ið eg kallaði? Er armur mín vorðin ov stuttur til at bjarga, ella vantar mær máttur til at frelsa? Sí, við hóttan míni turki eg upp havið, geri flóðir at oyðimørk, so at fiskurin úlmar av vatnloysi og doyr av tosta. v3 Eg lati himinin í svart og sveipi hann í sorgarbúna.
Tol og vón tænara Harrans
v4 Harrin, drottin, gav mær lærusveinatungu, so at eg skuldi skyna á at styrkja tey maktaðu; á hvørjum morgni hann vekur mítt oyra, at eg má taka eftir eins og lærusveinar gera. v5 Harrin, drottin, opnaði oyra mítt, og eg varð ikki mótræsin og bar meg ikki undan. v6 Teimum, ið slógu meg, beyð eg fram rygg mín, og kjálkar mínar teimum, ið royttu meg í skeggið; eg huldi ikki andlit mítt hvørki fyri spotti ella spýtti. v7 Harrin, drottin, hjálpir mær, tí beit ikki spottið á mær; eg geri andlit mítt sum tinnustein, tí at eg veit, at eg verði ikki til skammar. v8 Hann, sum fremur mín rætt, er í nánd; vil nakar leggja sak ímóti mær, hann gangi fyri rættin við mær; hevur nakar trætumál við meg, hann stígi fram. v9 Sí, Harrin, drottin, hjálpir mær; hvør kann døma meg sekan? Sí, teir fúna allir sum gamalt plagg, og mølur etur teir upp.
Gudrøkin verða troystað, gudleys tyktað
v10 Hvør tykkara, sum óttast Harran, hann lýði rødd tænara hans; hvør, sum gongur í myrkri og ongan glotta sær, hann troysti á navn Harrans og vóni á Guð sín. v11 Sí, øll tit, ið kynda eld og kveikja brennandi ørvar, farið sjálv inn í eld tykkara og tær brennandi ørvar, sum tit hava sjálv kveikt. Av míni hond kemur hetta yvir tykkum. Í kvølum skulu tit liggja.