Aftur til forsíðuna
Jesaja, kapittul 64
Framhald
v1 Gævi tú skræddi himinin sundur og steigst oman, so at fjøllini nøtraðu fyri tíni ásjón, og login brendi upp fíggindar tínar, eins og vaksið bráðnar í eldi, so at navn títt varð teimum kunnugt, og tjóðirnar máttu skelva fyri tíni ásjón, v2 tá ið tú gert undur, sum okkum ikki vardi – tú steigst oman; fyri ásjón tíni nøtraðu fjøllini – v3 og sum áður eingin á nøkrum sinni hevði hoyrt gitið, tí at einki oyra hevur hoyrt um og einki eyga sæð nakran Guð uttan teg, ið hjálpir teimum, ið troysta á hann. v4 Tú kemur til teirra, sum inna rættlæti og vilja ganga tínar leiðir. Men tú reiddist, tá ið vit syndaðu og leiddu yvir okkum sekt. v5 Eins og órein vit vórðu øll somul, allar okkara dygdir sum dálkað klæði; vit følnaðu øll sum leyvsbløð; misgerðir várar foyktu okkum burtur eins og vindur. v6 Nú ákallar eingin navn títt; eingin mennir seg upp til tess at halda fast við teg; tí at tú hevur fjalt andlit títt fyri okkum, givið okkum misgerðum várum í vald. v7 Men tó ert tú Harrin, vár faðir; vit eru leirið; tú okkum hevur myndað; handaverk títt vit eru øll somul. v8 Ver ei so ovursintur, Harri, minst ikki ævinliga misgerðir várar; lít til okkara, Harri, tí vit eru jú øll fólk títt! v9 Tínar heilagu borgir liggja í oyði; Zion er vorðin at oyðimørk; avtoftað liggur Jerúsalem. v10 Várt heilaga, glæsiliga tempul, har fedrar várir fluttu tær lovsong, er brent upp á svaðasvørði; alt, sum okkum var dýrmætt, er lagt í oyði; v11 og kortini kanst tú halda teg aftur og tiga og eyðmýkja okkum so djúpt?