Aftur til forsíðuna
Jesaja, kapittul 45
Sigrar Kýrosar eru gáva Harrans
v1 So sigur Harrin við salvaða sín, við Kýros, sum eg havi tikið í høgru hondina á til tess at lata tjóðirnar lúta fyri honum og loysa upp beltið av konganna lendum, so at hurðar standa honum opnar og borgarlið uttan lokur. v2 Eg man ganga undan tær og rudda bágsteinar burtur; hurðar av kopari man eg bróta og støkkja jarnlokur sundur, v3 huldar dýrgripir lati eg tær lutast og fjaldar ognir, so at tú sannar, at tann, ið nevnir teg við navni, eri eg, Harrin, Ísraels Guð. v4 Vegna tænara mín, Jákup, og vegna Ísrael, mín útvalda, kallaði eg teg og gav tær heiðursnavn, tó at tú kendi meg ikki. v5 Eg eri Harrin, eingin annar; eingin Guð er til uttan eg, eg vápnaði teg, tó at tú kendi meg ikki, v6 so at tað er øllum kunnugt frá sólarrisi alt at sólsetri, at eingin er uttan eg, eg, Harrin, og als eingin annar, v7 eg, sum eri upphav ljósins og skapi myrkrið, gevi gævu og elvi ógævu – eg, Harrin, geri alt hetta.
Harrin bjargar Ísrael við Kýrosar hond
v8 Drúpið tit himnar í erva, skýggini lati rættferð streyma, jørðin opnist og lati frelsu spretta og hartil rættlæti blóma; eg, Harrin, skapi tað. v9 Vei honum, ið trætir við skapara sín, sjálvur bert eitt leirbrot eins og onnur leirbrot av mold! Man leirið kunna siga við leirkerasmiðin: «Hvat dugir tú?» Ella kann handaverk hans siga: «Tú hevur ongar hendur!» v10 Vei honum, ið sigur við faðir sín: «Hvat kanst tú at gita?» Og við móður sína: «Hvat kanst tú at føða?» v11 So sigur Harrin, Ísraels heilagi, fólksins upphav: Tit vilja hava greiði á børnum mínum og ráða fyri handaverki mínum! v12 Tað var jú eg, sum tilbúði jørðina og skapaði mannaættina, sum á henni býr! Við míni hond eg tandi út himinin og beyð út øllum heri hans. v13 Tað var eg, sum vakti hann upp í trúfesti og greiddi allar vegir fyri honum; hann skal byggja upp borg mína og geva mínum herleiddu heimferðarloyvi uttan samsýning og uttan endurgjald, sigur Harri herliðanna.
Heidningar skulu sanna, at Harrin eina er Guð
v14 So sigur Harrin: Eyður Egyptalands og Blálands ognir og hinir hávaksnu menn úr Seba skulu koma til tín og hoyra tær til, og tær skulu teir fylgja; í fjøtrum skulu teir koma og falla tær til kníggja og bønandi siga: «Eina hjá tær er Guð; annar Guð er ikki til!» v15 Sanniliga, tú ert hin loyndarfulli Guð, Ísraels frelsandi Guð! v16 Til skammar og skemdar verða allir fíggindar hansara; hámir smoykja gudasmiðirnir sær burtur. v17 Men frelsu hevur Ísrael í Harranum, æviga frelsu, og ongantíð um ævir skulu tit verða aftur fyri háð og spotti. v18 Tí at so sigur Harrin, skapari himins, hann sum eina er Guð, sum myndaði, tilbúði og grundfesti jørðina og skapaði hana ikki sum oyði, men gjørdi hana til bústaðar: Eg eri Harrin og eingin annar. v19 Eg havi ikki talað í loyndum, onkustaðni í myrkursins landi, havi ikki sagt við Jákups ætt: «Leitið til mín í tóman heim!» Eg, Harrin, tali tað, sum rætt er, og kunngeri sannindi. v20 Savnist og komið higar, stígið fram allir tit heidningar, ið undan komust! Skilaleysir eru teir, ið bera gudamynd av træ og tilbiðja ein gud, ið ikki kann veita hjálp. v21 Sigið okkum nú og greinið okkum frá – ja, leggi teir saman ráð! – Hvør hevur kunngjørt hetta frá upphavi og boðað tað leingi frammanundan? Hvør annar enn eg, sum eri Harrin, og uttan meg er eingin Guð til, eingin rættvísur, frelsandi Guð uttan eg. v22 Snúgv tær til mín og lat teg frelsa, jørðin, øll sum tú ert; tí at eina eg og eingin annar er Guð. v23 Eg havi svorið við sjálvan meg, sannindis orð, sum ikki tekst aftur, hevur mín muður mælt: Fyri mær skal hvørt knæ boyggjast og hvør tunga svørja við meg. v24 «Hjá Harranum eina,» so verður sagt um meg, «er rættferð og vald, hámir koma til hansara allir teir, ið honum eru grammir.» v25 Alt Ísraels avkom skal fáa sín rætt av Harrans ávum og fegnast.