Aftur til forsíðuna
Jesaja, kapittul 62
Endurreising Zions og dýrd
v1 Fyri sakir Zions vil eg ikki tiga, fyri Jerúsalems skuld ikki hvíla, fyrr enn rættur hennara rennur upp sum ljómi og frelsa hennara sum brennandi kyndil. v2 Rætt tín skulu tjóðirnar skoða og allir kongar tína dýrd; tú verður nevnd við nýggjum navni, sum Harrans muður skal nevna. v3 Og tú skalt verða prýðilig krúna í hond Harrans, kongligt høvuðskreyt í hond Guðs tíns. v4 Ikki skalt tú meira verða nevnd: «Hin burtursagda,» og land títt ikki verða kallað: «Oyði;» nei, «Hugnaður mín» skalt tú verða nevnd at navni og land títt «Hústrúin;» tí at Harrin hevur hug á tær; land títt skal giftast manni. v5 Tí at eins og unglingur tekur sær moyggj til konu, soleiðis skal Harrin taka teg til konu, eins og brúðgómur fegnast um brúður, so fegnast Guð tín um teg. v6 Eg havi sett varðmenn upp á borgargarðar tínar, Jerúsalem; teir skulu ongantíð tiga hvørki um dagar ella nætur. Tit, ið áminna Harran, unnið tykkum onga hvíld v7 og gevið honum ongan frið, fyrr enn hann hevur bygt upp aftur Jerúsalem og gjørt hana til frægdar á jørðini! v8 Harrin svór við síni høgru hond, sínum máttuga armi: Eg lati ikki fíggindar tínar framvegis eta títt korn; ei skulu fremmandir drekka tín aldinløg, sum tú hevur strevast fyri. v9 Nei, tey, sum bera inn kornið, skulu eta tað við tøkk til Harrans; tey, sum vinna sær aldinløgin, skulu drekka hann í forgørðunum í halgidómi mínum. v10 Gangið út, gangið út um borgarliðini, javnið veg fyri fólkinum! Leggið, leggið breyt! Ryðið bágsteinar burtur! Reisið merki fyri tjóðirnar. v11 Sí, Harrin letur tað ljóða til heimsins enda: Sigið við Zions dóttur: Sí, frelsa tín kemur! Løn sína hevur hann við sær, fongur hans fer undan honum. v12 Tey skulu verða kallað «Hitt heilaga fólkið,» «Hini endurloystu Harrans.» Og tú skalt verða nevnd «Hin fjølsøkta,» «Borgin, sum ikki er yvirgivin.»