Aftur til forsíðuna
Jesaja, kapittul 2
Inngangur
v1 Orðið, sum Jesaja Ámozson fekk í eini sjón um Júda og Jerúsalem:
Í framtíðini skulu heidningar koma til Jerúsalem til tess at fáa lut í signing Harrans
v2 Og tað skal verða á síðstu døgunum, at fjallið, sum hús Harrans stendur á, skal standa grundfest yvir øllum fjøllum, hátt hevjað upp um heyggjarnar; og hagar skulu allir heidningar tysja. v3 Og mangar tjóðir skulu búgvast til ferðar og siga: «Komið niðan á fjall Harrans í hús Jákups Guðs! Hann skal kunngera okkum vegir sínar, so at vit mega ganga leiðir hans, tí frá Zion kemur leiðbeining, úr Jerúsalem orð Harrans.» v4 Hann skal døma heidninganna millum og gera miklar tjóðir sættar, so at tær úr svørðum sínum smíða plógjørn og víngarðsknívar úr spjótum sínum; tjóð skal ikki bregða svørði móti tjóð, og eingin venja seg til orrustu meira. v5 Komið, ættarmenn Jákups, latum okkum ganga í ljósi Harrans.
Nú er Jerúsalem full av heiðinskapi
v6 Tí at hann hevur havnað fólki sínum, ættarmonnum Jákups, av tí at teir eru fyltir av eysturlendskum siðum og fáast við gand eins og Filistar sjálvir og eru farnir í hóslag við útlendingar. v7 Land teirra er fult av silvuri og gulli, fæ teirra ómetaligt; land teirra er fult av hestum, og vagnar teirra eru óteljandi. v8 Av avgudum er land teirra fult, teir tilbiðja handaverk síni, tað sum fingrar teirra hava tilbúgvið.
Dagur Harrans og dómurin
v9 Men maður skal verða boygdur og mansbarn lúta, og teimum skal ikki verða fyrigivið. v10 Far inn í bergið, krógva teg niðri í jørðini av ræðslu fyri Harranum og tignarljóma hans. v11 Mansins hástóru eygu skulu lúta og dramblæti mannanna verða niðurboygt; eina Harrin skal á tí degi vera hátt hevjaður. v12 Tí at ein dag hevur Harri herliðanna, ið kemur yvir alt høgt og hástórt, yvir alt hátt hevjað og drambsligt, v13 yvir øll Libanons sedristrø, hini høgu, hátt hevjaðu, og yvir allar Básjans eikir, v14 yvir hvørt loftskotið fjall og allar høgar hæddir, v15 yvir øll háreist torn og allar óklívandi borgargarðar, v16 yvir allar Tarsisknørrir og allan dýrmætan farm. v17 Tá skal mansins hugmóð lúta, og dramblæti mannanna verða boygt, eina Harrin skal á tí degi vera hátt hevjaður. v18 Avgudarnir skulu hvørva med alla. v19 Og menn skulu rýma inn í berghelli og niður í jarðholur av ræðslu fyri Harranum og tignarljóma hans, tá ið hann rísur og loypir ótta á jørðina. v20 Á tí degi munnu menn tveita fyri moldvørpur og flogmýs avgudar sínar av silvuri og gulli, sum teir gjørdu sær at tilbiðja, v21 og rýma burtur í fjallagjáir og bergskorar av ótta fyri Harranum og tignarljóma hans, tá ið hann rísur og loypir ræðslu á jørðina. v22 Troystið ikki á menn, ið bert hava lítið fleyr av anda í nasum sínum; hvat virði hava teir?