Aftur til forsíðuna
Jesaja, kapittul 65
Revsingartala
v1 Eg birtist teimum, ið ikki spurdu eftir mær, varð funnin av teimum, ið ikki leitaðu mín; við tjóð, sum ikki kallaði á meg, segði eg: «Sí, her eri eg!» v2 Allan dagin eg breiddi út hendur mínar móti tvørlyndum fólki, sum gekk á sínum vánda vegi og fylgdi sínum egnu hugsanum, v3 móti einum fólki, sum reitir meg støðugt til vreiði beint upp í eyguni, sum ofrar í gørðum og kyndir offureld á tigilsteinum, v4 sum situr í grøvum og um nætur hølast í hellum, etur svínakjøt og hevur andstyggiliga súpan í sínum skálum, v5 sum sigur: «Hav teg burtur, nert ikki við meg, tí at eg eri heilagur.» Tílíkt fólk er sum roykur í nasum mínum, sum eldur, ið brennur tann líðilanga dag. v6 Sí, tað stendur skrivað her fyri framman mær, eg man ikki tagna, fyrr enn eg havi endurgoldið tað, ja, endurgoldið teimum í fang, v7 bæði fyri egnu misgerðir teirra og misgerðir fedra teirra, sigur Harrin, teir sum kyndu offureld á fjøllunum og háðaðu meg á hólunum; eg máti teimum løn teirra og endurgjaldi teimum í fang.
Frelsa teirra gudrøknu og revsing teirra gudleysu
v8 So sigur Harrin: Eins og sagt verður, tá ið vínberjaløgur finst í vínberi: «Bein ikki fyri tí, tí at signing er í tí:» Soleiðis vil eg gera fyri sakir tænara mína, til tess at teir ikki verða oyddir. v9 Eg lati avkom spretta úr Jákupi og úr Júda arvinga til fjøll míni; míni útvaldu skulu arva tey og tænarar mínir búgva har. v10 Og Sáron skal verða beitilendi fyri seyð og Ákors dalur støði fyri stórdýr hjá teimum av fólki mínum, ið leita mín. v11 Men tit, sum siga Harran burtur og gloyma mítt heilaga fjall, reiða borð fyri eydnudísini og seta steyp við víni fyri forlaganornuna, v12 tykkum gevi eg svørðinum í vald, øll skulu tit níga til slátranar, av tí at tit ikki svaraðu, tá ið eg kallaði, og ikki lýddu á, tá ið eg talaði, men gjørdu tað, sum ilt var í mínum eygum, og kjósaðu tað, sum mær ikki hóvaði. v13 Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, tænarar mínir munnu fáa at eta, men tit svølta, drekka skulu tænarar mínir, men tit tysta, ja, tænarar mínir skulu gleðast, men tit verða hámir. v14 Sí, tænarar mínir skulu fegnast hjartans glaðir, men tit rópa av sálarkvølum og vena tykkum í vónloysi. v15 Nøvn tykkara skulu tit lata mínum útvaldu sum illbiðingarorð: «Harrin, drottin, gevi tær slíkan deyða!» Men tænarar mínir skulu fáa annað dýrmætt navn; v16 so at hvør, sum ynskir sær signing í landinum, hann ynskir sær signing í navni hins trúfasta Guðs, og hvør, sum ger eið í landinum, hann ger eið í navni hins trúfasta Guðs, tí at hinar fyrru trongdir eru tá gloymdar, fjaldar fyri eygum mínum. v17 Tí, sí, eg skapi nýggjan himin og nýggja jørð, hitt fyrra skal ikki verða mint, og eingin skal huga tað meir; v18 men teir skulu fegnast og gleðast um tað, sum eg skapi; tí, sí, til fagnaðar geri eg Jerúsalem og íbúgvar hennara til gleði. v19 Eg skal fegnast um Jerúsalem og gleðast um fólk mítt; har skal eingin grátur verða meir og eingin venan. v20 Har skal einki barn vera, ið bert livir fáar dagar, ella nakað gamalmenni, sum ikki slítur fullan aldur; hin yngsti, sum doyr, er hundrað ár, og svitast tað, tá man ilt vera biðið yvir hann. v21 Tá munnu teir byggja hús og búgva í teimum sjálvir, leggja inn víngarðar og njóta ávøkst teirra. v22 Ikki skulu teir byggja og aðrir búgva í tí; ikki skulu teir seta niður og aðrir eta tað, tí at træsins aldur skulu teir slíta og sjálvir hava nyttuna av handaverkum sínum. v23 Teir skulu ikki møða seg til einkis og ikki ala børn til bráðan deyða; tí at teir eru avkom Harrans, hinir signaðu, og hava børn síni hjá sær. v24 Áður enn teir hava kallað, man eg svara, bønhoyra teir, áður enn orðið er talað. v25 Úlvur skal ganga á beiti saman við lambi, ljónið eta hoyggj eins og neytið, men ormsins føði skal vera mold. Á øllum mínum heilaga fjalli skulu menn einki ilt gera og ongan skaða valda, sigur Harrin.