Aftur til forsíðuna
Jesaja, kapittul 34
Dómur yvir heidningatjóðirnar – serliga yvir Edóm
v1 Komið higar, tjóðir; gevið gætur, tit tjóðflokkar; jørðin lýði á og alt, sum á henni er, jarðarríkið og allir vøkstir tess! v2 Tí at øllum heidningum er Harrin reiður og grammur øllum heri teirra; hann hevur vígt teir deyðanum og givið teir upp til sláturs. v3 Hinir vignu teirra liggja og rekast, dampurin stendur av líkum teirra, og fjøllini flóta í blóði teirra. v4 Allur himinsins herur ferst; eins og bók verður himinin rullaður saman; allur herur hansara følnar, eins og leyvið fellur av vínviði og følnað bløð av fikutræi. v5 Tí at svørð mítt leikar ørt á himni. Sí, í Edóm slær tað niður til dóms yvir tjóð, sum eg havi deyðanum vígt. v6 Alblóðugt er svørð Harrans, rýtt í mørum og blóði av lombum og havrum, í nýrumørum av veðrum, tí at Harrin heldur offurveitslu í Bozra og mikla slátran í Edóms landi. v7 Villineyt hokna við gøðingarfenaði, ungneyt saman við tarvum; land teirra flýtur í blóði, og fiti av jørðini drýpur. v8 Tí at nú er hevndardagur Harrans, endurgjaldsins ár til at fremja rættin hjá Zion. v9 At biki skulu áir tess broytast og moldin at brennisteini; ja, landið skal verða at biki, ið brennur nátt sum dag, v10 allar ævir skal roykur tess stíga upp, og í oyði skal tað liggja ætt eftir ætt, og eingin fara har um. v11 Pelikánur og hegri skulu taka tað til ognar og ugla og ravnur búgva í tí; hann man fara um tað, við mátingarbandi oyðingar og tómleikans vigingarloddi. v12 Har skulu skógarskrímslini hølast og tignarmenninir verða fyri ongum; eingir kongar verða kjósaðir har meira, og høvdingar tess koma burtur í einki. v13 Í høllunum munnu tornir vaksa og notur og tistlar í vígvirkjunum; tað verður sjákálahøli og strutsfuglagerði. v14 Har hittast urðarkettur og sjákálar, og skógarskrímslini halda har stevnu; ja, náttargrýlan skal støðast har og har hava hvíldarstað. v15 Har skal støkkormurin byggja reiður, verpa, liggja á og klekja út ungar; gammar savnast har, og eingin teirra saknast. v16 Leitið í bók Harrans og lesið: Einki av hesum skal vanta í og einki verða saknað, tí at muður Harrans hevur boðið, og andi hans hevur savnað tey saman. v17 Hann hevur sjálvur kastað lut um tað fyri tey og við mátingarbandi skift tað sundur teirra millum; allar ævir skulu tey eiga tað og búgva í tí ættarlið eftir ættarlið.