Aftur til forsíðuna
Jesaja, kapittul 17
Spádómur um Dámaskus og Efraim
v1 Spádómsorð um Dámaskus. Sí, brátt er Dámaskus eingin borg, men vorðin at toftum. v2 Um ævir skulu bygdir hennar liggja í oyði, og har skulu fæflokkar liggja á beiti, og eingin skal skelka teir burtur. v3 Og Efraim missir sítt varnarvirki, kongsdømið hvørvur úr Dámaskus, og Árams leivdir farast; tað verður við teimum sum við Ísraels dýrd, sigur Harri herliðanna. v4 Á tí degi skal Jákups dýrd verða vesæl og fitin hvørva av likami hans. v5 Tá skal verða, sum tá ið kornskurðarmaðurin trívur um hálmin og slítur av øksini, sum tá ið øks verða hentað í Refaims dali; v6 eitt eftirsløð skal verða leivt, eins og tá ið oljutræið verður skakað: ovast í krúnuni eini tvey, trý ber sita eftir og fýra, fimm á greinum aldintræsins, sigur Harrin, Ísraels Guð. v7 Á tí degi man maðurin leita til skapara sín, og eygu hans líta til Ísraels heilaga. v8 Ikki skal hann leita til altarini, til handaverk sítt, og ikki líta at tí, sum fingrar hans hava tilbúgvið, hvørki at Ásjerustólpum ella sólsúlunum. v9 Á tí degi skulu borgir tínar liggja oyddar eins og tær toftir, ið Hivitar og Ámoritar máttu frá, tá ið teir flýddu fyri Ísraels monnum; at oyðimørk skal landið verða. v10 Tí at tú gloymdi frelsu tína, Guð, hevði ikki í huga títt varnarvirki; tessvegna setir tú niður yndisligar kvistar og elur fram fremmandar vøkstir. v11 Á tí degi, tú setir niður, fært tú tað at næla, á tí morgni, tú sáar, blómar tað – til tú heystar sóttir og kvalir, ið einki kann linna.
Dómur yvir tjóðirnar
v12 Hoyr gný av mongum tjóðum. Tær ymja sum havið, dynjan av tjóðflokkum eins og dun av veldigum vøtnum. v13 Tað dynur av tjóðflokkum eins og dunið av miklum vøtnum. Men hóttir hann at teimum, flýggja tey burtur, spjaðast um fjøll eins og sáður fyri vindi, eins og fúkandi leyvsbløð í stormi. v14 Um kvøldið kemur ræðsla, og áður enn tað lýsir, eru tey ikki til meira. Hetta er lutur teirra, ið okkum ræna, og forløg teirra, ið okkum níva.