|
Jesaja, kapittul 53
4. songur tænara Harrans, seinni partur: Líðing og dýrd tænarans
v1
Hvør trúði tí, sum okkum var boðað, og hvørjum varð armur Harrans opinberaður?
v2
Hann rann upp eins og kvistur fyri ásjón hans og sum rótarskot úr turrari jørð. Hann var hvørki fagur ella glæsiligur, so at tað kundi vera hugaligt hjá okkum á at líta, og ikki ásýniligur, so at vit kundu hava hugnað í honum.
v3
Vanvirdur var hann, skýggjaður av fólki, harmamaður, royndur í sjúkdómum, líkur manni, sum tey krógva andlit sítt fyri, vanvirdur, og vit mettu hann fyri einki;
v4
men tó – várir sjúkdómar vóru tað, sum hann bar, og várar kvalir, sum hann legði á seg; vit hildu hann revsaðan, slignan av Guði og gjørdan neyðarsligan.
v5
Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.
v6
Allir vit viltust sum seyðir, hildu hvør sína leið, men Harrin læt koma niður á hann ta skuld, sum lá á okkum øllum.
v7
Hann varð nívdur, men stillisliga bar hann tað, og hann læt ikki upp munn sín eins og lamb, ið verður leitt at verða dripið, eins og seyður, ið er tigandi, tá ið teir royta hann; hann læt ikki upp munn sín.
v8
Frá trongd og dómi varð hann burturtikin; men hvør av samtíðarmonnum hans hugsaði um tað, tá ið hann varð ryktur burtur úr landi teirra livandi, at hann fyri synda sakir fólks míns varð raktur?
v9
Millum gudleysa teir góvu honum grøv, leggstað hjá ríkum, tó at hann ongan órætt hevði gjørt, og svik vóru ikki í munni hans.
v10
Men Harranum hugaði at ráma hann við sjúku; tá ið sál hans hevði framborið sektaroffur, skuldi hann fáa avkom at síggja, liva langa ævi, og Harrans vilji við hans hond verða framdur.
v11
Fyri sálarmøði sína skal hann fáa tað at síggja og verða mettaður. Tá ið hann verður kendur, skal hann, hin rættvísi tænari mín, gera mangar rættvísar, hann sum bar misgerðir teirra.
v12
Tí gevi eg honum mangar í lut, og hann skal fáa máttugar sum herfong, fyri tað at hann tømdi sál sína til deyða og varð taldur millum misgerðarmanna – hann, sum bar syndina hjá mongum og bað fyri misgerðarmonnum.
|